Hjørleif Hentze 80 ár

Mánadagin 3. juli 2006 verður Hjørleif Hentze, fyrrv. verkførari, Marknagilsvegur 48, Tórshavn 80 ár.

 
Ljósu barnaárini hevði Hjørleif undir góðum umstøðum heima á Sandi. Foreldrini vóru Kristianna og Jóan Petur Hentze, 3 vóru børnini, Tórbjørn (1921-2001), hann búsettist á Argjum, Ása (1923-2005) og Hjørleif, sum búsettust í Havn.

Tá skúlagongdin hjá Hjørleifi var frá hondini, var hann ikki 14 ár, men hugurin til virkis hevði hann altíð havt og sum hjá ungum bygdadreingi tá, fór hann upp í alt vanligt arbeiði, sum tá var í bygdini.

Jørðina vóru øll felags um at røkja og útróður var eisini ein partur av gerandisdegnum hjá Hjørleif, og síðstu krígsárini fer hann til skips. Hann er við Norðsteini, Álaker og Trý Systkin, kend sluppnøvn.

Men 6. november 1946 skiftir hann kós, hann er nú 20 ára gamal og fer í smiðjulæru hjá Wenzel Petersen, smiðjumeistara í Havn. Eitt summar fyrst í 1950-árunum var hann í Grønlandi, Wenzel hevði smiðju í Føroyingahavnini. Hjørleif var hjá Wenzel Petersen  í samfull 30 ár. Tá hann í 1946 fór í læru, helt smiðjan til í nýgjørdum hølum í Varðagøtu, har kommunala brandstøðin seinni var, Wenzel flutti seinni smiðjuna í gróthúsini hjá Pola í Dali á Eystaru bryggju, hagani var smiðjan uppaftur einaferð flutt út í Bakka, har Wenzel bygdi nýggja smiðju. Hjørleif var verkførari hjá Wensel, og tá nýmótans bilsmiðjan uppi undir Krákugjógv varð bygd, var Hjørleif við til byggingina.

Í 1976 fer Hjørlef at starvast hjá fyritøkuni Demich, sum var á Tinghúsvegnum í Havn og hevði stóran handil við sanitetsvørum.

Hjørleif verður nevndarlimur í Handverksmeistarafelagnum í 1970, verður nevndarformaður í 1973-81. Síðani er hann skrivari felagsins, til hann í1992 gevst fyri aldur. Stýrislimur í Tórshavnar Tekniska Skúla1973-1992.


Hjørleif var sera virkin í losjuni Skorðatindi, áðrenn hann fór í smiðjulæru í Havn. Valafólk hevði hann undir lið í losjuni. Móðirin Kristianna, hon var ein losjustovnarin í 1930, Mortan í Skálanum, Johan í Skemmuni, Steingrim hjá Kitti og fleiri aðrir felagsstuðlar áttu eisini at verið nevndir. Vitnisburður frá livandi virkseminum, ið tá varð í losjuni, eru hondskrivaðu bøkurnar, sum skiftu millum skrivandi limirnar. Úr bókini lósu tey søgur sum annan fyrndarmiklan lesna. Mentanaræðrar frá hesum fólkum nemur tú hjá Hjørleifi. Um gerðabøkur Sandslosjunar kundu tala, var Hjørleif eyðsýndur. Seinni er Hjørleif  við hugsanum sínum    í Glaðustroki.

Eitt kapitul fyri seg er felagsmaðurin Hjørleif í losjuni Støt Viljen. Knáur hevur hann verið, tá mál um húsaviðurskiti felagsins vóru at greiða, hollur í øllum.

Una og Hjørleif giftust 6. november 1955 og tey settu búgv á Marknagilsvegnum - her hava tey verið síðani. Rundan um seg hava tey dóttrina Sólrun og hennara Eyðstein við børnunum Unu Cesiliu, Beintu Birgittu og Hjørleivi.

Tillukku við kempualdrinum   sjálvan dagin eru tey heima á Sandi.

jl