Hjørdis er elst av sjey systkjum. Hini systkini eru Brynjolf (1931-1998), Áslak f. 1933, Tollakkur (1934-2009), Herálvur f. 1936, Hjartvar f. 1938 og Tordis (1939-2002.)
Mamman, Jona, var av Hvítanesi og pápin, Juul Poulsen, var úr Havn.
Hjørdist giftist 47 ára gomul við Peter Huus (1914-1995) úr Syðrugøtu, sonur Dortheu og Líggjas Huus. Tey fingu næstan 20 ár saman. Tey vórðu so seint gift, at tey vildu halda eitt rættuligt koparbrúdleyp.
Hjørdist fekk eingi børn sjálv. Men hon hevur verið sum ein omma hjá okkum børnum hjá systkin hennara. Tey hava ikki verið so fá heldur, millum 20 og 25. Omma doyði longu í 1968, so tey flestu av okkum børn hjá systkin hennara minnast bara hana sum ommu okkara !
Hon hevur eisini verið sera ommulig. Á føstulávint skipaði hon fyri tunnusláttur fyri okkum og øllum børnunum í grannalagnum. Vit slerdu tunnu ella pottar uttanfyri og so inn at fáa okkurt gott at eta aftaná. Tá vóru ikki so nógv hús undir Gráasteini, men tað vóru nógv børn! Hon hevði eisini bindiklubb og tónleikaklubb við gentunum!
Hjørdis hevur sítt virkna lív arbeitt á Líkningarráðnum. Hon er friðarlig, men kann eisini siga sína meining.
Føðingardagurin verður hildin úti á Hamrinum á Argjum hjá bróðurdóttrini Eddu Hjartvarsdóttir, Ryggsgøta 23.
Tað er opið hús frá klokkan 17 við einum nátturðabita og køku omaná!
Vit øll ynskja tær hjartaliga tillukku við teimum 80 árunum, sum tú ber væl. Tað sóðu vit ikki minst í Degi og Viku um dagarnar saman við “tínum” postboði.
“Ommubørnini”










