Foreldrini hjá Hjørdis vóru Jógvan Næsaa, sum var ættaður innan av Nesi í Eysturoynni, og Elisabeth, sum var ættað úr Sumba. Tey búsettust í Havn, og tí er Hjørdis havnarfólk burturúr.
Sum heilt ung rann saman millum Hjørdis og Petur. Hann var sonur Pola skómakaran og Mallu. Malla var av Geilaættini í Havn, systkinabarn Kristin í Geil, og Petur var ein "rættur geilamaður". Hann hevði heilt ótrúlig evni á nærum øllum økjum. Og hesi brúkti hann bæði á tí verðsliga og andaliga økinum. Hann var soleiðis ikki meira enn farin um tey 20 árini, tá hann var við til at lesa rættlestur til fyrstu týðingina av nýggja testamenti hjá Victor Danielsen, sum kom út í 1937. Og var hetta bert byrjanin til stór avrik á hesum øki. Petur var eisini brennandi tjóðskaparmaður. Tá hann og Hjørdis skuldu giftast vildu tey sleppa undan at verða gift "á donskum", sum tá framvegis var galdandi fyri borgarliga vígslu. Petur legði til brots fyri at verða giftur eftir føroyskum borgarligum víilsisrituali. Her vóru nógvir bogar á vegnum. Og tá avtornaði gjørdust tey bæði tey seinastu, sum giftust eftir tí danska ritualinum!
Sagt verður ofta, at aftanfyri einhvønn mann stendur ein kvinna. Hetta hevur ikki minst verið galdandi fyri Petur og Hjørdis. Ein maður við so nógvum virksemi sum Petur hevði brúk fyri einum stabilum baklandi, sum kundi verða trygd fyri at jørðforbindilsið ongantíð var slept. Og við sínum stillføra og vinarliga sinnalagi var Hjørdis tann besta trygdin fyri, at hetta ikki hendi. Teirra heim var í orðsins besta týdningi eitt heim. Her kom altíð ein hópur av fólki, sum øll føldu seg eins væl. Tað verður enn tikið til av bygdafólki, sum komu ung til Havnar, hvussu tey høvdu heimið hjá Petur og Hjørdis sum eitt frístað, har tey altíð føldu seg vælkomnan. Her var eisini vítt til veggja. Mamman búði inni til hon doyði, og systirin Rikka búði eisini hjá Hjørdis og Petur stóran part av lívinum. Heimið hjá Hjørdis er ikki minni savningarstað í dag, nú ommubørn- og langommubørn rættuliga eru farin at fjølgast. Tey kenna als ikki langommuna sum eina gamla konu. Eitt av langommubørnunum spurdi einaferð hvør var eldri omman ella langomman! Hetta eru eisini royndirnar hjá okkum øðrum. Hjørdis hevur somu evni at samskifta við gomul og ung. Og tað sum sermerkir hana er hennara positiva lívssýni, sum merkir at hon altíð er við tí góða orðinum.
Tað er sjáldan, at eitt par hevur "supplerað" hvørt annað sum Petur og Hjørdis, og tey høvdu eitt fyrimyndarligt hjúnarlag. Tíverri misti Petur tíðliga heilsuna og hann doyði í 1984, bert 70 ára gamal.
Hetta fekk tó ikki Hjørdis at geva skarvin yvir. Petur var stjóri á p/F Hvalnes, sum átti "Norðborg". Men tá Petur legði frá sær tók Hjørdis við sum stjóri. Og hevur hon tískil verið ein av okkara heilt fáu kvinnuligu reiðarum. Hetta starv røkti hon á ein fyrimyndarligan hátt. Hon mundi tátta í tey 80 árini, tá hon legði frá sær á hesum økinum.
Hjørdis hevur eisini í aðrar mátar havt eina sera aktiva pensjonistatilveru, har hon ikki bakkar fyri nøkrum. M.a. løgdu báðar ommurnar, Hjørdis og Dora, til brots, tá Katrin Johansen á sinni luttók á olympisku leikunum fyri brekað í Seoul í Suðurkorea. Og man hetta hava verið ein rættulig eggjan hjá henni. Og eina aðra ferð fóru tær báðar til Bretlands á eitt málskeið, hóast tær søgdu seg ikki duga eitt orð á enskum!
Hjørdis er framvegis sera virkin á mongum økjum. Hon hevur sera stóran áhuga fyri søguligum- og ættarviðurskiftum. Tey flestu í hennara aldri ræðast teldu, men hetta ger Hjørdis ikki. Hon hevur sitið og skrivað sína egnu lívssøgu á teldu. Hon hevur savnað samkomusøgu og hevur eitt rættuligt savn við myndir og tilfari. Og hon hevur skrásett øll húsanøvn í Havn frá tíðini hon var ung. Vónandi kann alt hetta tilfar koma víðari út, so onnur fáa gleði av tí. Her er talan um rættuliga mentunarsøgu.
Og hóast alt hetta virksemi følir ein seg altíð vælkomnan inn á gólvið. Skjótt er drekkamunnurin á borðinum, og tað er ein fragd at kunna sita og práta við hesar fróðarkvinnu.
Børnini eru Beinta, Erna, Jógvan Páll, Elma, Pætur og Malan. Ommubørnini er 20 í tali og langommubørnini eru blivin 6, uttan iva við útlit fyri fleiri!
Góða Hjørdis. Hjartaliga tillukku við teimum 85 árunum!
ó.