Eg má ásanna, at tíðarbilið er komið eitt sindur óvart á meg, men árstølini eru ikki at taka feil av. Kanska er ein mamma altíð er ein mamma – treytaleyst av áramálum... Og so heldur hon sær eisini væl. Tillukku við degnum!
Mamma mín, Hjørdis Sigurðsdóttir Christiansen (f. Simonsen), varð borin í heim 12. september 1944. Hon var tann 6. í røðini av 9 børnum. Sigurð, bróður hennara, sum eisini varð føddur undir krígsárunum, hevur skemtiliga tikið til, at tað ikki var so nógv tilfar tøkt tá. Tey bæði eru nakað lægri á vøkstri enn eldru og yngru syskinini. Veit ikki, um tað hevur týdning uppá aðrar mátar, men tað er ikki sørt, at Hjørdis er knøpp í vendingini og altíð klár, tá eitthvørt er á skránni. Helst hava umstøðurnar eftir kríggið sett síni spor og ávirka lyndið eisini.
Hjørdis fór 14 ára gomul til Havnar at tæna. Fyrst í Skálabúðini, síðani hjá Eigil Gunnarsson og til síðst hjá Viggo Planck. Í 1962 fekk hon arbeiði í Sápuhúsinum. Um kvøldarnar tók hon handilsskúla, fyri síðani at fara á sjúkrasystraskúla í 64-68. Hjørdis giftist Jóhan Christiansen, syni Eli Christiansen, 10. august 1969. Børnini fekk hon í 1970 (Eli), 1972 (Elsu Mariu) og 1987 (Jóhan Martin).
Hjørdis hevur upplivað Havnina í eina hálva øld. Tíðarnar eru alsamt vorðnar betri, men tað er ikki so sjálvdan, at hon tekur til gomlu hugnaligu Havnina í 60’árunum. Hetta var ein góð og lukkulig tíð hjá eini ungari bygdardamu. Eisini í mun til trongligu eftirkrígsárini. Tá var meira friður, enn tað er í dag, vildi hon sagt.
Hjørdis er á ein hátt av gamla slagnum, arbeiðir við trúfesti og stendur ikki í fremstu røð at krevja. Tó ivast tú ikki í, hvar tú hevur hana. Hon er ítøkilig og kontant. Og hon fylgir væl við tí, sum fyriferst runt hana og í samfelagnum. Hjørdis hevur altíð verið trúføst í staðbundnu samkomuni og móti sínum egna heimi og húsi, sum altíð hava verið væl røkt. Hon hevur gingið til matgerð og fimleik í eitt mannaminni. Hon gongur nógvar túrar. Og mín sann, um hon ikki av og á fer niðan á Tórsbreyt.
Av lyndi er Hjørdis løtt, nærverandi og blíð. Hetta hevur verið eyðmerkið í heimi hennara. Hon hevur eggjað børn síni til sjálvsvirði, men eins nógv at vísa virðing og gestablídni mótvegis øllum fólkum.
Í Orðtøkunum 31, 25-31 er brot av lýsing av eini dugnaligari konu, sum kemur mær til hugs, tá eg hugsi um mammu mína:
“Klædd í styrki og heiður gongur hon við smíli hini komandi tíð ímóti. Hon letur upp munnin við vísdómi, og kærleiksáminning er á tungu hennara. Hon hevur eyga við, hvussu gongur í húsi hennara, og letibreyð etur hon ikki. Synir hennara stíga fram og prísa hana lukkuliga; maður hennara reisist og rósar henni: „Mangar dugnaligar kvinnur eru, men eingin er móti tær!“ Vænleiki svíkur, og vakurleiki er fáfongd; tann kvinna, sum óttast HARRAN, skal verða róst. Lat hana fáa ávøkst handa hennara, og verk hennara skulu prísa henni í býportrunum!”
Eg fari við hesum at taka tær fyri farnu góðu árini, sum hava gingið væl og skjótt. Og ynski tær alt tað besta framyvir!
Vegna børnini, Eli