Hjá okkum kemur tað ikki at merkjast

- Støðan hjá okkum og á Skúlanum á Argjahamri er so nógv øðrvísi enn hjá hinum skúlunum í kommununi, at tað fer ikki at ávirka okkum, sigur Høgni Joensen, skúlastjóri

- Eg havi satt at siga ikki gjørt mær teir stóru tankarnar um broyttu húsavarðarskipanina. Vit høvdu fund fyri eium mánað síðani, og tá spurdi eg, hvussu bleiv á skúlanum her, og fekk tá at vita frá Harald Bjørgvin, at vit sjálvandi varðveittu okkara húsavørð, sigur Høgni Joensen, skúlastjóri á Skúlanum við Løgmannabreyt.
Hann sigur, at stóru nýggju skúlarnir, tann á Løgmannabreyt og tann á Argjahamri, varðveita í hvussu er annan av húsavørðunum.
- Eg dugi ikki at síggja nakran vansa í tí. Hesir skúlarnir eru so tøkniligir, at tað ber ikki til hjá hvørjum sum helst at koma inn, sigur Høgni Joensen.
Eitt nú er lyklaskipanin teldustýrd.
- Hesir skúlarnir eru so nógv øðrvísi enn teir eldru skúlarnir. Fer ein hurð aftur, so dugi eg ikki at fáa hana upp aftur. Allar hurðar eru teldustýrdar, og tað merkir, at fólk, sum leiga fimleikarhøllirnar um kvøldarnar, ikki sleppa inn á onnur øki á skúlanum, sigur Høgni Joensen.
Talan er um heilar 67 úthurðar, íroknað neyðdyr, og har eru nógvar aðrar tekniskar skipanir.
- Her eru mátarar, sum máta inniluftina, og vindeygu, ið fara upp av sær sjálvum, tá inniluftin verður ov vánalig, so talan er veruliga um en tekniskan skúla, sigur Høgni Joensen.
Hann heldur tí ikki, at nýggja skipanin við húsavørðum fer at hava serliga ávirkan á hansara skúla.
- Vanliga húsavarðararbeiðið, so sum at seta stólar upp til eia konsert, ella syrgja fyri, at ruskið verður burturbeint, tað dugi eg ikki at síggja nakran vanda í, sigur Høgni Joensen, skúlastjóri á Skúlanum við Løgmannabreyt.