Í gjár gav Gigni hagtøl upp fyri heilsufrøðiligu tænastuna til skúlanæmingar árið 2016/2017, eins og millum annað trivnaðin hjá næmingunum.
Út frá skrásetingum, sum skúlaheilsufrøðingar í Føroyum hava gjørt, síggja vit, at nógv tann størsti parturin av børnunum í fólkaskúlunum trívist og hevur tað gott. Tó eru tað 30% av føroysku fólkaskúlanæmingunum, sum liva við ymiskum sárbari, ímeðan umleið fjórði hvør næmingur livir við trupulleikum ella avbjóðingum, ið kunna ávirka teirra sálarligu heilsu, vísir Gigni á.
Um vit hyggja at sárbæri hjá næmingum, so er tann størsti parturin í hesum sambandi tengdur at foreldraskilnaði, nevniliga heili 20% av teimum næmingunum, sum blivu kannaðir, upplýsir Gigni.
Erling Fles, sálarfrøðingur, sigur, at hjúnaskilnaður ávirkar sálarheilsu og trivnaðin hjá barninum. Tí er umráðandi, at foreldur, ið fara frá hvørjum øðrum kenna ta ábyrgd, ið tey hava. Um foreldrini ikki tosa væl og opið saman, so ávirkar støðan barnið.
– Foreldrini mugu finna útav tí í einum góðum tóna, tí annars ávirkar tað tryggleikan hjá barninum, staðfestir hann.
– Børn eru treytaleyst loyal mótvegis báðum foreldrunum, og følir barnið, at tað skal tað velja síðu og hugsa um, hvat tað kann siga við annað av foreldrunum og ikki við hitt, so er tað katastrofalt, tí tað setur barnið í eina keðiliga støðu, sigur Erling Fles.
Hann greiðir frá, at um barnið er í eini slíkari støðu, so ávirkar tað innlæringina hjá barninum í skúlanum, tí menniskju, ið ikki kenna seg trygg fáa ikki tikið ímóti læring.
–Tá tryggleikin fellur burtur, verða børnini merkt av ótta og ótryggleika og fáa ikki fasthildi seg í tí, sum tey skulu læra. Ístaðin hugsa tey um, hvat tey munnu koma heim til í dag, og innstilla seg uppá, at tað skal heim, og fyrireikar seg til tað, staðfestir hann.