Tá ið umræður hjúnaskilnað er tað oftast so, at tað fær neiligar avleiðingar fyri børnini. Áður varð sagt, at tá ið hjúnaskilnaður rakar familjuna er frægast, at børnini verða býtt so siðiliga millum foreldrini - helvt um helvt.
Men seinastu árini er tosið farið frá tí til at spyrja, hvat best man vera fyri børnini. Og mangan hevur verið ført fram, at tað besta er, at børnini hava eina basu, og síðani vitjað hitt foreldrið rímiliga javnan.
Men ein nýggj svensk kanning vísir, at júst helvt um helvt riggar best.
Svenska kanningin er gjørd við millum annað at savna inn spurnakanningar, sum børn millum 10 og 18 hava svarað gjøgnum fleiri ár.
Kanningin vísir sjálvandi, at tey børnini, hvørs foreldur liva saman, eru best fyri sosialt, heilsuliga og upp á aðrar mátar.
Men beint í hølunum á teimum eru tey børn, sum eru helvt um helvt hjá mammu og pápa. Tí kanningin vísir, at hesin bólkur eisini er væl fyri sosialt, heilsuliga og tá ið umræður skúlalig viðurskifti, meðan tey, sum einans síggja eina foreldri til dømis annað hvørt vikuskifti, eru verri fyri.
Kanningin vísir, at tey børn, sum eru minni hjá pápanum, hava eitt verri forhold við pápa sín. Men tey børnini, sum eru helvt um helvt hjá foreldrunum, hava sterkari og jaligari tilknýti til pápa sín. Hetta tí, at tað er oftast mamman, sum hevur børnini mest, um so er, at tað ikki er talan um javnt býti.
Tí hevur tað serliga ávirkan á forholdið hjá børnum við pápa sín. Kanningin vísir, at tey børnini, sum eru helvt um helvt, hava eina fatan av, at familjan framvegis er ein eind, hóast mamma og pápi ikki búgva saman.