Síðani 1980-árini er blivið alt meiri vanligt við hjúnarbandsskeiðum í Føroyum.
Næsta vikuskiftið verður enn eitt hjúnabandsskeið á skránni. Hesaferð verð kantinan á Føroya Læraraskúla ramman um hjúnarbandsskeiðið, sum verður fríggjadagin og leygardagin í næstu viku.
Ein norðmaður, sum er væl kendur í Føroyum, sum eitur Eivind Frøen kemur at undirvísa á hjúnarbandsskeiðnum. Eivind Frøen hevur nógvar og drúgvar royndir við slíkum hjúnabandsskeiðum.
Millum føroysku fyrireikararnir eru Jórun og Eirikur Skála. Fríggjamorgun vóru tey gestir í morgunsendingini hjá Rás2, har tey greiddu frá skeiðnum.
Tað ber til at hoyra prátið við Jórun og Eirik Skála undir greinini her.









