Hjúnalagið vardi í 12 dagar

Tað eru 12 dagar síðani, at filmstjørnan Pamela Anderson giftist Jon Peters, filmsframleiðara. Men heldur ikki hesaferð fann hon eydnuna. Í øllum førum er hjunalagið longu søga, og tey bæði eru sundurlisin.

Pamela Anderson hevur sagt við útlendskar miðlar, at hon og Jon Petes nú fara at nýta eitt sindur av tið hvør sær, meðan tey hugsa um hvat tey vilja við lívinum og við hvørjum øðrum.

Tey bæði giftust 20. januar, 30 ár eftir, at tey fyrstu ferð vóru á ástarfundi.

Hóast Anderson og Peters eru farin hvør til sítt, so er enn ikki greit, um tey gera álvara av at skiljast, vita útlendskir miðlar at siga.

Pamela Anderson hevur verið gift Tommy Lee, Kid Rock og Rick Salomon – hesum síðst nevnda giftist hon tvær ferðir við.

Jon Peters hevur verið giftur einaferð áður, og tað var við Lesley Ann Warren frá 1967 til 1974.