Málið um broytingarnar í hjúnanbandslógini, sum skulu loyva samkyndum pørum at giftast, liggur sum flestu vita, enn í nevnd.
Í gjár kom svar frá umsiting løgtingsins, um hvussu hon tulkar broytingaruppskotið, sum varð sent aftur í nevndina eftir 2. viðgerð av uppskotinum.
Í sínum svari sigur umsiting løgtingsins, at hon ímyndar sær, at um grein 14 stykki 2, skal strikast ella broytast, sum broytingaruppskotið leggur upp til, so fer hetta at krevja tingingar við danskar myndugleikar
- Allarhelst skal málið gjøgnum bæði Fólkatingið og Løgtingið, áðrenn hetta gerst veruleiki, skrivar umsitingin í svari sínum til Trivnaðarnevndina.
30. mars spurdi forkvinnan í Trivnaðarnevndini, Katrin Kallsberg, bisp, um hann var samdur í eini tulking hjá mentamálaráðnum, men í gjár svaraði biskupur, at hann metti at endurgivna svarið frá Mentamálaráðnum var tikið úr einum størri samanhangi, og at hann tí ikki vildi svara spurninginum frá løgtingskvinnuni við einum einfaldum ja ella nei svari.
Í dag hava so aðrir limir í Trivnaðarnevndini sett biskup tríggjar spurningar afturat. Limir í trivnaðarnevndini spyrja Jógvan Fríðriksson, um ikki seinasta broytingaruppskotið virkar júst móti sínum endamáli, við tað, at spurningurin um samkynt hjúnaband nevniliga verður flutt inn í kirkjuna, og um tað ikki hevði verið betri, at lagt samkynda hjúnabandið heilt uttan fyri hjúnabandið, altso at gjørt eina aðra parallella skipan.
So hóast umsiting løgtingsins hevur svarað Trivnaðarnevndini, so er líkt til, at tað enn gongur ein tíð, áðrenn málið kemur aftur úr nevnd og til triðju, og seinastu, viðgerð í Løgtinginum.