Hjún høvdu 244 hundar

Fólk hjá einum bretskum djóraverndarfelagsskapi øtaðust við, tá tey í vikuni fóru inn í eina íbúð í bygdini Carnforth í Lancashire.

Djóraverndarfólkini høvdu fingið at vita frá grannunum, at hjúnini, sum búðu í íbúðini, høvdu nógv fleiri húsdjór, enn vanligt er. Og hendan metingin vísti seg eisini at halda og ríkiliga tað. Inni í íbúðini funnu djóraverndarfólkini ikki færri enn 244 hundar, sekstan fuglar, fimm kettur, tveir kettlingar og eina kanin.

Ein talsmaður hjá djóraverndarfelagsskapinum sigur, at tey hava ongantíð funnið so nógv húsdjór í einari íbúð. Djóralæknar vórðu boðsendir til Carnforth, og teir góvu alt fyri eitt boð um, at tey nógvu djórini skulu takast frá hjúnunum, og tey eru nú latin ymsum djórahúsum um alt Bretland.