Hjálpti ikki neyðstøddum fiskimonnum

Star Princess, ið er eitt skip hjá reiðarínum, Carnival Corporation, sum eisini átti skipbrotna Costa Concordia, gjørdi seg seka í einari deyðssynd á sjónum, tá skiparin ikki lætst um vón, tá eitt fiskifar kom í havsneyð við Galapagos oyggjarnar.

Hóast fleiri áheitanir frá ferðafólki um neyðstøddu fiskimenninar, hendi einki, og Star Princess sigldi bara víðari.

Á undurfullan hátt eydnaðist 18 ára gamla Adrian Vasquez at hóra undan, og hann varð bjargaður eftir 28 døgnum á sjónum. Tá hevði hann veirð noyddur at tveita líkini av teimum báðum bátsfeløgum sínum fyri borð níggju dagar framman undan.

Men sambært enska The Guardian var eingin orsøk til, at tað skuldi enda so galið. Sambært Vasquez høvdu teir sæð ferðamannaskipið og týðiliga gjørt vart við seg við reyðum T-blusum og orange bjargingarvestum.

Og tað samsvarar ógvuliga væl við ferðafólk umborð á Star Princess. Sambært einum av eygnavitnunum, Jeff Gilligan frá Portland, Oregon, setti hann seg í samband við myndugleikarnar um hendingina, tá Star Princess legði at landi aftur, men einki hendi, skrivar The Guardian.