Tá ið jólaódnirnar herjaðu upp á tað harðasta, var David Rasmussen og vitjaði verforeldrini í Klaksvík. Har sá hann, hvussu stóran skaða ódnirnar gjørdu, eisini hjá verforeldrunum fór takið á garasjuni.
Og tað fekk hann at hugsa, um hann ikki kundi gera okkurt fyri at hjálpa fólki, sum vórðu rakt av ódnini
David Rasmusssen er av Strondum. Hann lærir til bilmekanikara hjá Bilrøkt í Havn, og tí sambandi hevur hann eisini skift rútar á mongum bili.
– Ein rútur fór í mínum egna bili, og tá ið koyrdi ein túr runt í Klaksvík, sá eg heilt nógvar bilar, har ein rútur var farin, sigur hann.
– Eg eri ikki serliga kringur við hamara og tong, men at skifta rútin í einum bili, tað dugi eg, sigur hann.
Tí heldur hann, at skal hann hjálpa, skal tað vera við onkrum, hann dugir, og tískil bjóðar hann sær nú til at hjálpa fólki, har bilrútar eru brotnaðir í ódnini, og tað skal hann gera ókeypis.
– Tað einasta, fólk skulu rinda fyri, er sjálvan rútin og lím og so skal eg skifta rútin ókeypis, sigur hann.
Tað eru nógv, sum hava tryggjað bilin fyri glasskaða, men David Rasmussen veit eisini, at tað eru nógv, sum ikki hava. Og hjá teimum kann tað verða ein dýr søga at skifta ein rút út, tí teir kosta nakrar túsund krónur.
Serliga nú jólini eru farin aftur um, heldur hann, at tað kann tað vera smáligt við pengum nógvastaðni, tað veit hann av egnum royndum og tí hjálpir hann fegin fólki, har hann kann.
Tað tekur umleið ein tíma at skifta ein bakrút, ella ein síðurrút, og kanska tveir, tríggjar tímar at skifta ein forrút.
Tey, sum vilja hava hjálp til at skifta ein bilrút, fáa fatur á Davidi á telduposti: Rasmussen_David@hotmail.com
Men hann sigur, at hann fer til Danmarkar tann fimta januar, so tad má verða fyri tað.
David Rasmussen er ikki heilt ókendur við hjálpararbeiði. Eitt skifti búði hann niðri og tá var hann fyri kommununa og lærdi eldri fólk at brúka teldur eftir arbeiðstíð.