Johan Dahl, landsstýrismaður við vinnumálum
------
Eg vil gera hesar viðmerkingar til óvanligu kunngerðina í Dimmalætting nr. 239 frá 13. desember 2011 frá Grunninum (skal vera Hjálpigrunnurin) fyri óarbeiðsførar fiskimen:
1. Formaðurin skrivar í kunngerðini, at Fiskimálaráðið umsitur grunnin. Hetta er ikki rætt. Tað er Almannaráðið, sum umsitur grunnin.
2. Formaðurin skrivar, at tað ikki er møguligt hjá grunninum at veita stuðul í ár. Mær kunnugt hevur grunnurin pening á bók, sum møguligt er at rinda av og var eg kunnaður tá eg heitti á samgonguna um veita eykajáttan, at tað ikki var neyðugt i 2011 ,av teirri orsøk at peningur var tøkur til útgjaldið í ár og hetta váttaði eisini figgjarleiðarin i fiskimálaráðnum fyri mær. Hann er umboðaður i nevndini fyri grunnin.
3. Tað er heldur ikki rætt, sum formaðurin skrivar, at Johan Dahl hevur givið grunninum tilsøgn um stuðul. Eg havi givið tilsøgn um, at eg vildi arbeiða fyri at fáa eina eykajáttan niðan í tingið. Tað er Løgtingið, sum er játtandi myndugleikin og ikki Johan Dahl.
4. At enda vil eg viðmerkja, at Hjálpigrunnurin fyri óarbeiðsførar fiskimenn er ein sjálveigandi grunnur, sum kann savna inn pening aðrar vegir enn umvegis landskassan.
Eg gangi út frá at nevndin fyri grunnin er somikið at sær komin ,at ein rættleiðing til kunngerðina hjá formanninum kemur i bløðini ein av komandi døgunum.