Nógv útlendsk skip eru í sjóøkinum kring Føroyar í løtuni, og í tíðini fram til jólar koma fleiri av hesum skipum í føroyska havn.
Í nógv ár hava Faroe Agency og russiska konsulátið í Føroyum latið jólapakkar umborð á hesi skip, tá tey vitja í føroyskum havnum.
Og tað fara tey aftur so trúliga at gera í ár. Men, skal hetta eydnast, er neyðugt, at føroyingar - í ár eins og undanfarin ár - taka eina hond í saman við Árna Dam.
- Samstundis, sum vit takka øllum teimum, sum hava latið jólapakkar til útlendsk sjófólk øll hesi ár, heita vit á føroyingar um aftur í ár at lata jólapakkar.
Árni Dam veit at siga, at fleiri av hesum sjófólkum eru heimanífrá í nógvar mánaðir - ofta upp í einar 6-8 mánaðir í senn, og tað gleðir tey nógv at fáa ein jólapakka.
Pakkar til útlendsk sjófólk kunnu latast á skrivstovuni hjá Faroe Agency, Yviri við Strond 23 (tlf. 351990), og eisini ber til at seta seg í samband við konsulin á tlf. 231990.
- Faroe Agency og russiska konsulátið ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýttár, sigur ein takksamur Árni Dam.