Ein 19 ára gamal maður hevur ligið á Landssjúkrahúsinum uttan vit síðani sunnumorgunin, og familjan heitir nú á almenningin um at hjálpa sær.
Talan er um Emil Bjarnaskor av Viðareiði, sum hevði verið á Summarfestivali, men fall í óvit, tá hann kom aftur til skyldfólkini, hann búði hjá í Klaksvík, meðan festivalurin var.
Sambært familjuni hjá Emil Bjarnaskor, sum Portalurin hevur tosað við, hevur Emil helst tikið rúsevnir av onkrum slag. Ógreitt er, um hann sjálvur hevur tikið rúsevnini ella onkur hevur lumpað tað í hann.
- Vit vita heldur ikki, hvat slag av rúsevni talan er um, og áðrenn vit vita tað, fáa læknarnir einki gjørt, sigur mostir Emil, Mariann B. Petersen.
Hon heitir tí inniliga á fólk, sum hava sæð ella vita okkurt, um at seta seg í samband við seg.
- Hetta er nakað so ræðuligt. Vit hava als ikki havt samband við hann, síðani sunnumorgunin. Einaferð í dag opnaði hann eyguni, men tey fóru aftur beinanvegin, fortelur Mariann B. Petersen.
Familjan hjá Emil Bjarnaskor hevur sitið hjá honum, síðani hann var fluttur á Landssjúkrahúsið sunnumorgunin. Tey vóna, at onnur kunnu hjálpa teimum við upplýsingum, um hvat Emil Bjarnaskor kann hava tikið av rúsevnum.
Tey, ið halda seg vita okkurt, sum kann hjálpa Emil Bjarnaskor og familjuni, kunnu ringja til mostur hansara, Mariann B. Petersen á 27 41 68.