Í morgin verður høvið hjá fólki at stuðla átakinum "Hjálp til Somalia".
Í hølunum hjá "List og Húsgøgn" á Áarvegi 5 í miðbýnum í Havn verður loppumarknaður, sum Jóna Mortensen saman við øðrum kvinnum hevur tikið stig til.
Hølini á Áarvegi 5 liggja beint omanfyri Café Natúr.
Tað ber til at keypa lutir millum klokkan 10 og 17 í morgin. Um stór undirtøka er fyri tiltakinum, er møguleiki fyri, at tiltakið verður opið longur enn til klokkan 17.
Innkomni peningurin fer óskerdur til tey, sum eru meint rakt av hungursneyðini í Somalia.
Til ber eisini at keypa vaflur og ein kaffimunn.