Hjálparpakki 4 verður nú settur í verk!

Klaksvíkar sjónleikarafelag hevur fyrireikað eitt Norðoyastevnuteiti. Tað er sjálvandi um korona. Tiltakið verður stroymt

Eftir at innihaldið í hjálparpakka 3 varð avdúkað fyri viku síðani, birtist vón í bløðandi amatørleikara hjørtum Klaksvíkar sjónleikarafelags. “Vit eru listafólk. Vit fáa eisini pakka!” vónaðu vit. Tað er jú soleiðis, at sjálvt um okkum dáma best at geva, so er eisini deiligt (og neyðugt) hjá okkum at fáa av og á. Tí tað vit fáa, hjálpir okkum at geva – áhaldandi, stendur millum annað í tíðindaskrivinum frá Klaksvíkar sjónleikarafelag.

– Tí hevur tú nú møguleika at seta í verk hjálparpakka 4, ið kann koma í staðin fyri atgongumerkið, tú annars hevði keypt til Norðoyastevnuteitið 2020, skrivar sjónleikarafelagið.

Norðoyastevnuteitið er vanliga staðið har vit øll hjálpast við at nøkta teir tørvir, vit nú einaferð hava. Tað er her vit hjálpa tykkum við at venja láturmusklarnar, lætta um dapurhugan og eftirlíka tykkara forvitni. Og tað er her, at tit hjálpa okkum við at breiða útyvir kistubotnin.

– Noy! Hjálparpakki 3 hjálpti okkum ikki, tí eitt hvørt yvirskot ið hevði staðið av Norðoyastevnuteitinum, skal beint í landskassan aftur. Og tað er júst á Norðoyastevnu, at vit við tiltikna teitinum, hava møguleika at fáa eitt yvirskot, ið skal gjalda fyri aðrar leikir og tiltøk. Vit vilja so fegin áhaldandi hava møguleika fyri at tokkabinda tykkum, við okkara ótømandi hugflogi og virkismátti, skrivar felagið.

– Vit í Klaksvíkar sjónleikarafelag halda í hvussu so er fram at geva. Hettar gera vit eitt nú til stroymda tiltakið á Norðoyastevnu, men nú tá ið temaið til hjálpargildið er korona, so eru vit sjálvandi við uppá tað! Gerið so væl Føroya fólk: Koronavirus “syng við sjónbandalag”, ið kann hjálpa tykkum at finna fram góða lagið hesar koronadagar. Góða Norðoyastevnu, skrivar Klaksvíkar sjónleikarafelag.