Tað segði Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, við Deg og Viku í kvøld.
Landsstýrið hevur boðað til tíðindafundar í morgin klokkan 11 um hjálparpakka 2 til fólk og fyritøkur.
Á tíðindafundinum verða løgmaður, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur landsstýriskvinna í almannamálum, upplýsir Løgmansskrivstovan í kvøld.
Sum skilst ætlar landsstýrið, at fyritøkur skulu kunna søkja um upp til 80.000 krónur í stuðuli um mánaðin í tríggjar mánaðir. Men aftur fyri verður loft lagt á stjóralønir, sum ikki skulu vera hægri enn 600.000 kr um árið og at vinningsbýti ikki verður útlutað komandi trý árini.
Helgi Abrahamsen segði við Deg og Viku, at hjálparpakkin tekur støði í umsetninginum hjá fyritøkunum næstu tríggjar mánaðirnar, sum skulu samanberst við somu mánaðir í fjør. Vísir tað seg, at umsetningurin er minkaður, so vil landskassin stuðla, og stuðulin verður 75 prosent av mista umsetninginum, tó í mesta lagi 80.000 krónur.
Men um fyritøkur hava glett seg til at fáa gjaldføri, nú mánaðarskifti er, so mugu tær vísa tol. Tí eingin stuðul verður goldin fyrr enn í julimánaði, tá 2. ársfjórðingur í ár verður samanborin við annan ársfjórðing í fjør. So fyri tær fyrirøkur, sum ikki klára at lata rokningarnar liggja næstu tríggjar mánaðirnar, er lítil hjálp at heinta í hesum pakkanum.
Sum in.fo skilir tað, so er ikki semja millum landsstýrið og andstøðuna um henda hjálparpakkan, sum andstøðan heldur muna alt ov lítið.