Ein maður í 30’unum er fríkendur í Føroya rætti fyri ákærur um, at hann skal hava gjørt seg inn á eina smágentu. Rætturin helt ikki tað var prógvað, at maðurin hevði gjørt seg inn á eina smágentu, hvørki á dagstovninum ella heima hjá sær sjálvum.
Hann var ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á eina smágentu á einum dagstovni, har hann arbeiddi, og heima hjá sær sjálvum.
Fleiri ár eftir søgdu hending, fortaldi gentan fyri eini vinkonu, hvat maðurin hevði gjørt við seg. Vinkonan fortaldi tað fyri mammu síni, sum síðani fortaldi mammuni at gentuni, hvat hon hevði sagt.
Maðurin játtaði, at hann onkuntíð hevði havt gentuna og onnur børn á stovninum heima hjá sær, men noktaði fyri at hava gjørt nakað móti henni. Hann greiddi tó frá um eina hending, har hann viðgekk, at hann var endaður í eini heldur óhepnari støðu. Tey spældu krógva og blunda, og tá høvdu hann og hendan gentan goymt seg undir somu dýnu í song hansara. Hetta var sera óheppið og skuldi ikki komið fyri, segði hann sjálvur, men tvíhelt um, at hann einki hevði gjørt móti gentuni.
Hann hevði ikki fortalt leiðaranum ella øðrum starvsfólkum um hesa hendingina, men skilir væl, at tað átti hann at gjørt beinanvegin.
Eitt videoavhoyr av gentuni bleiv spælt av í rættinum, har hon greiddi frá. Hon nevndi eisini hendingina í songini, men segði, at tað var hansara uppskot, at tey skuldu fjala seg har, at hann hevði latið seg úr troyggjuni, og at tey skuldu liggja á ávísan hátt, sum hon helt vera sera løgið. Hon var blivin bangin og rann inn á vesið at fjala seg. Hon segði, at maðurin fleiri ferðir hevði gjørt seg inn á seg við at kitla seg í undirlívinum.
Mamman at gentuni greiddi eisini frá í rættinum og endurtók í høvuðsheitum tað, sum gentan hevði fortalt sær.
Ákærin kravdi, at maðurin fekk 40 daga fongsulsrevsing. Hon helt, at eitthvørt vaksið menniskja veit, at man ikki leggur seg í somu song sum ein fremmand smágenta. Hon segði, at tað mátti roknast sum skerpandi umstøður, at maðurin hevði umsorganarskyldu av gentuni, og tí var ikki hóskandi at geva manninum eina treytaða revsing.
Verjin var tó sera atfinningarsamur móti ákæruvaldinum og løgregluni. Hann vísti á, at mannagongdirnar fyri avhoyr av børnum ikki vóru fylgdar. Millum annað hevði smágentan tosað við ein sálarfrøðing um hendingarnar, áðrenn løgreglan fekk høvi at avhoyra hana. Verjin segði, at hetta var skaðiligt fyri rættartrygdina, tí nú hevði brádliga ein vaksin verið í myndini og hjálpt gentuni at minnast.
- Sálarfrøðingurin hevði ikki neyðugu førleikarnar at avhoyra eina gentu í einum revsimáli. Vit vita ikki, hvørjar spurningar sálarfrøðingurin hevur sett, og um teir hava verið leiðandi ella ikki, segði verjin.
Dómarin valdi at fríkenna mannin. Hann helt ikki, at tað hevði eydnast ákæruvaldinum at prógva, at hendingarnar vóru farnar fram sambært ákæruritinum. Tað var ikki smart, at leggja seg í somu song sum gentan, men tað var heldur ikki prógv um, at hann hevði gjørt nakað revsivert, ei heldur á stovninum. Dómarin gav eisini verjanum viðhald í, at mannagongdin í slíkum málum varð brotin, tá ein sálarfrøðingur slapp at tosa við gentuna, áðrenn løgreglan fekk høvi at avhoyra hana.