Í Afghanistan hava uppreistrarmenn burturflutt eina bretska kvinnu og tríggjar afghanar, sum arbeiddu fyri ein hjálparfelagsskap í Kunar-landspartinum. Sky News sigur, at tey fýra fólkini vóru í tveimum bilum til býin Jalalabad, tá vápnaðir menn steðgaðu bilunum og tóku tey fýra. Sum skilst royndi løgreglan at steðga burturflytarunum, men løgreglumenninir góvust við royndini, tá burturflytararnir fóru at skjóta.
Sambært BBC arbeiðir tann bretska kvinnan fyri ein amerikanskan hjálparfelagsskap, men bretsku myndugleikarnir vilja ikki upplýsa, hvør hon er.
Í summar vórðu bretski læknin Karen Woo og sjey starvsfelagar hennara burturfluttir í Afghanistan. Í august vórðu líkini funnin har norðuri í landinum.