Tá bert tíggju minuttir vóru farnir av fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið millum B36 og Skála hendi nakað margháttligt.
Annar hálpardómarin, Vinjard Dam bleiv skaddur og mátti skiftast út. 4. dómarin, Jóhan Petur Michelsen kom inn at veittra eina løtu, og aftaná eina løtu kom Eiler Rasmussen inn at veittra, og Jóhan Petur Michelsen er aftur fjórði dómari.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá Tróndur Arge segði frá serligu støðuni.