Hjálpararbeiðið á breddan

Klokkan 20 í kvøld er Miðlahúsið karmur um tiltak, har greitt verður frá sjálvbodnum hjálpararbeiði í Afrika og møguleikanum at taka lut í hesum Á fundinum fara Amalia Danielsen og Ása Dam á Neystabø, sum báðar hava arbeitt sjálvboðið í Tanzania og Ghana, at greiða frá teimum persónligu avbjóðingum og upplivingum, sum tær hava havt á ferðum sínum.

Esiini fer Anders Reiners Larsen, ið er umboð fyri Mellemfolkeligt Samvirke, at greiða frá teimum møguleikum, sum eru í at fara uttanlands til sjálvboðið hjálpararbeiðið.

Umframt fyrilestrar verður eisini tónleikur, mynda- og filmsframsýningar at síggja. Tónleikinum standa Ása Wraae og Anna Maria Wraae Andreasen at standa fyri.