Hjálp til familjuna eftir ferðsluvanlukkur

»Aftanfyri hvørt menniskja, ið letur lív í ferðsluni, er ein familja í stórari sorg, og teimum vilja vit gjarna hjálpa«, sigur stovnarin av felagsskapinum Foreningen For Trafikofre, Bjørn Bjerkstad, ið sjálvur hevur merkt sorgina á egnum kroppi

Bjørn Bjerkstad og konan vóru stødd í urtagarði teirra, har tey gjørdu klárt til at grilla, meðan tey bíðaðu eftir at báðar døturnar saman við versynunum skuldu koma á vitjan, tá hurðaklokkan ringdi. Tað var ikki nakar í familjuni, ið stóð í durunum, men tveir politistar, sum komu at siga frá at onnur dótturin, ið var við barn, og versonurin vóru deyð í eini ferðsluvanlukku.
Fyri Bjørn Bjerkstad bleiv hesin tilburður byrjanin til ein langan niðurtúr. Sorgin bleiv linna við heilivági, ið hjálpti nakað ta fyrstu tíðina, men hevði eisini síni hjáárin. Fyrst misti hann sína egnu fyritøku, síðani húsini. At enda segði konan, at hann mátti velja millum seg ella heilivágin, nú orkaði hon ikki meira.
Eftir hetta gavst hann við at taka heilivág og kom so spakuliga í gongd aftur. Hann fór at koyra hýruvogn. Har kom hann út fyri, at ein bilur við nógvari ferð rendi á hýruvognin, og hann bleiv innlagdur á sjúkrahús. Hann slapp lutfalsliga væl frá vanlukkuni. Meðan hann lá á sjúkrahúsinum, hugsaði hann: »Hvat nú um politiið aftur ringdi uppá heima hjá teimum við boðunum um, at nú var hann eisini farin?« Hetta gav honum hugskotið til at gera ein felagsskap til at hjálpa teimum avvarðandi eftir eina ferðsluvanlukku.
Stovnar felagsskap
Tann 16. januar 2001 bleiv felagsskapurin, Foreningen For Trafikofre, stovnaður, og Bjørn Bjerkstad skrivaði brøv til 50 fólkatingslimir um at stuðla felagsskapinum. Bert ein av fólkatingslimunum svaraði aftur, og helt hann ikki at tørvur var á einum slíkum felagsskapi. Ikki fyrr enn hann sendi brøvini til fjølmiðlarnar, hendi nakað. Bjørn Bjerkstad kom á fund við leiðandi embætismenn á Frederiksborg Amt, sum tóku undir við felagsskapinum og vildu samstarva.
"Foreningen For Trafikofre" hevur í dag ábyrgd av at ávísa avvarðandi eftir ferðsluvankkur til teirra egnu sálarfrøðingar, og rokningin verður send til Frederiksborg Amt. Endamálið við felagsskapinum er at veita skjóta hjálp til tey, sum brádliga hava mist ein í familjuni. Enn er tað bert tey sum búgva í Frederiksborg Amt, ið hava henda møgileika. Bjørn Bjerkstad vónar at øll í Danmark koma at fáa hendan møguleika, tí teirra royndir hava verið sera góðar.
Kelda: FDM / Motor