Hjálp sum munar á breddan

Pengar eru ikki nokk, um vit skulu hjálpa børnum við trupulleikum. Minst líka umráðandi er tað, at hjartað er við, so hjálpin veruliga ger mun. Hvussu vit best skipa hesa hjálpina, er evni á limafundi hjá Føroya Pedagogfelag hóskvøldið

Hetta fram til summarfrítíðina fer Føroya Pedagogfelag at varpa ljós á ymisk faklig evni á limafundum kring landi. Fyrsti fundurin verður nú hóskvøldið kl 19 á verkstaðnum Vón á Argjum.
Heilhjartað hjálp
Á hesum fyrsta fundinum verður tað Finnur Helmsdal, sosialráðgevi, sum fer at tosa um, hvussu vit best skipa hjálpina til børn við trupulleikum á ein hátt, so hon bæði er fakliga kompetent og heilhjartað, umframt at øll familjan verður tikin við. Finnur skal á fundi í norðurlendska fakliga felagsskapinum hjá sosialráðgevum og pedagogum í apríl til Noregs at halda fyrilestur um hetta evnið, við serligum atliti til, at skalt tú geva hjálp, sum munar, mást tú hava bæði hjartað og heilan við. Bert at lata nóg mikið av almennum pengum er ikki nóg mikið.
Jarvin F. Hansen, formaður í pedagogfelganum vísir á, at sum er, kundi henda hjálpin til børn verið munandi betri skipað, so størri samanhangur var millum tíðina áðrenn og aftaná at barnið er byrjað í skúlanum. Sum eitt fyrsta stig á leiðini eru lærarar og pedagogar byrjaðir at tosa um, hvussu hetta samstarvið kann leggjast til rættis. Jarvin vísir á, at tá tað eitt nú snýr seg um sosialar trupulleikar hjá einum barni, eru ofta fleiri ymiskir fakbólkar við í arbeiðinum. Tað er tó ikki nøkur loyna, at teir ymsu fakpersónarnar ofta kenna seg rættiliga einsamallan í arbeiðinum, tí tvørfakliga samstarvið er so avmarkað.
- Men hetta er trupulleikar, sum væl kunnu loysast, sigur Jarvin, sum fegnast um nýggju stigini, sum verða tikin til størri samstarv sum heild á økinum
Meir sjónlig og framsøkið
Komandi limafundirnir kring landið hjá Føroya Pedagogfelag eru millum annað ein liður í at gera felagið meir sjónligt, ikki minst á ein meir framsøknan hátt. Sjálvur heldur Jarvin, at í so nógv orka ofta fer til at sløkkja eldar, har nógv kundi verið vunnið, um vit vóru betri fyrireikaði uppá støðuna. Við hesum í huga fer felagið nú undir at taka ymisk evni upp, sum á onkran hátt røra seg á yrkisøkinum hjá felagnum.
Á øðrum fundum fer Firouz Gaini at tosa um ungdómsmentan og Anna Dam, lógfrøðingur, at tosa um barnaverndarlógina. Umframt hesar verður eisini skipað fyri fundi í sambandi við at Mogens Seider vitjar felagið. Mogens er útbúgvin pedagogur, og hevur verið næstformaður í Socialpædagogernes Landsforbund í 8 ár. Maud Wang Hansen, pedagogur fer seinni í ár at leggja úrslitið fram av einari kanning um eldrapolitik.
Hetta eru bert nøkur av evnunum, sum Føroya Pedagogfelag hevur valt at umrøða,  og vónar felagið, at limirnir fara at taka væl undir hesum limafundunum.
Næsti fundur verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har kjakcafé er á skránni.