Talv
Heitið á dystinum millum nummar tvey og trý í heiminum, var Advanced Chess Match. Telvað varð í Leon, Spánia. Møguleikin at nýta teldu til hjálps, er tó ikki nakað nýtt fyribrigdi í talvheiminum. Fyrr hevur verið dystast við hesum møguleika, og eisini hevur Garry Kasparov verið heitur fyri hugskotinum.
Mannagongdin varð tann, at Kramnik og Anand skuldu telva seks talv, har teir høvdu ein tíma í part til talvið, og samstundis møguleikan at nýta talvforrit sum ráðgevarar. Talvteldur, serliga talvforritini Deep Fritz (sum Kramnik skal telva ein dyst ímóti í heyst), Fritz 7.32, og Junior, eru óhugnaliga skjótar at síggja eitt nú mátmøguleikar, oftani heilt upp til 15 leikir ella meir áðrenn sjálvt mátið, og tá er talan um kravdir, ella einastu leikir. Eisini kortleggja tær allar møguleikar í ávísari støðu innan eitt sekund. Tí skuldi ein ikki trúð at møguleiki er hjá okkum deyðiligu at basa hesum ódjórum, men enn er óvist um hvør er tann sterkari, menniskja ella teldan.
Í øllum førum kann hugsast at Kramnik og Anand mest nýttu teldurnar til sín fyrimun tá roknast skuldi sera langir variantar, og torførar støður har møguligt mát er, og hinvegin eisini tá verjast skuldi fyri avgerandi leikum móti sær. Til eitt nú byrjunarspæl, hava teir valla nýtt teldurnar eins nógv sum í miðspælinum.
Teir valdu sjálvir talvforrit til dystin, og um teir vildu kundu teir nýta upp til fleiri forrit sum ráðgevarar. Eitt nú vórðu Fritz, Junior og Hiarchs til taks at velja.
Bert ein sigur
Av teimum seks talvunum endaðu heili fimm við javnleiki, sum tó ikki var óvæntað tá hugsað verður um tær serligu jøvnu fortreyturnar telvarnir báðir fingu. Kramnik hevði munin, tí hann vann einasta avgerandi talv í dystinum. Hetta varð triða talvið, sum er við í blaðnum í dag.
Úrslitið varð eitt petti óvæntað, eftirsum Anand er kendur fyri at duga væl at útnytta telduhjálp, men hinvegin fyrireikar Kramnik seg til dyst móti Deep Frits í heyst, og tað hevur helst givið honum summir fyrimunir.
At tiltakið var áhugavert eru mong ivaleyst samd um, men áhugin hevði helst verið enn størri um teir telvaðu dyst uttan hjálp. Tann veruligi kampurin í talvi eigur sjálvsagt at vera náturligur.
Stríð í Hollandi
Í skrivandi løtu eru fýra umfør telvd í hollendska meistaraskapinum, og GM Loek van Wely hevur fult stigartal, meðan GM Sergei Tiviakov og GM Ivan Sokolov eru næstir við ávíkavist hálvum fjórða stigi og trimum stigum.
Sokolov telvar nú fyri hollenska flaggið, eins og Tiviakov hevur gjørt í nøkur ár. Tí hava teir loyvið at luttaka. Sokolov er ratingfavorittur, men tungt verður hjá honum at vinna inn á van Wely aftur, sum higartil í kappingini hevur telvað sum ein røvari.