Í kvøld klokkan 19 skipar Ó fyri tiltakinum "HJÁLP, EG SKAL UTTANLANDS AT LESA", ið verður í nýggja BankNordik bygninginum í Havn.
– Tað kann kanska tykjast fløkjasligt, tá ein flytur í lestrarørindum. Tað eru so nógv nýggj ting, ein skal minnast til: SU, NemID, CPR nr., banka- og tryggingaviðurskifti, sigur Hanus Samró, fyriskipari og stjóri í Ó.
– Vit fáa lesandi úr Keypmannahavn, Odense, Aalborg, Aarhus, Póllandi og Onglandi at greiða frá sínum royndum, og viðkomandi stovnar hjálpa og vegleiða m.a. við SU, NemID og CPR nr.
Í steðginum bjóða vit tvíflís og frískt djús frá No. 12.
Vit vilja eisini geva lesandi møguleikan at siga endaligt farvæl við miðnamsskúlatíðina. Tí bjóða vit ókeypis mynd fra Myndaboks. Temaið verður "uttanlands at lesa." Harvið fáa øll eina mynd til minnis um eina góða, farna tíð við í kuffertið. Eisini verður møguligt at vinna flogferðaseðil frá Atlantic Airways og flytipakka frá Posta og Smyril Line.
Les meir um tiltakið her: www.facebook.com/events/518545891687996/
Tiltakið verður í kvøld, týsdagin 9. august kl okkan 19 í nýggja BankNordik bygninginum.
Øll, ið skulu uttanlands at lesa, eru vælkomin.










