Í gjár var ein súkklari fluttur á Landssjúkrahúsið eftir eitt óhapp á Kaldbaksbotni. Talan var um súkklukapping, ella skipaða venjing, har fleiri súkklarar og hjálparfólk, vór við.
Men tann eini súkklarin var so óheppin at rena á ein seyð, so hann datt og fekk ein harðan stoyt. Løgreglan ivast ikki í, at tað var hjálmurin, sum bjargaði honum, tí stoyturin var so harður, at hann fór í knús.
Boð vórðu send eftir sjúkrabili og súkklarin varð innlagdur á Landssjúkrahúsið til eygleiðingar fyri heilaskjálvta, og aðrar skaðar, hann kundi havt fingið.











