Hjólini koyra enn skjótari í USA enn í Eurolandi

Vinnusíðurnar hava nú fylgt við í einum av megin-indikatorunum í heimsbúskapinum í eitt ár. Lutfallið millum Euro og Dollar sigur nakað um, hvønn vegin tað gongur búskaparliga báðumegin Atlants­hav

Í kurvumyndini eru nakrar høvuðslinjur, sum í stuttum skulu samanfatast .
"Fyri júst einum ári síðani var vekslikursurin 1,27 Dollar fyri eina Euro, og europeiska valutan hevði tá verið í framgongd í langa tíð. Dollarin viknaði, tí dentur var lagdur á veiku síðurnar í amerikanska búskapinum. Eitt var stóra hallið á handilsjavnanum, annað var stóra hallið á amerikansku fíggjarlógini, triðja var at amerikanarar í meðal høvdu onga uppsparing.
"Um ársskiftið seinasta var virðið á Euro komið næstan upp á 1,37, men so kom knapp­­liga vend í og Euro fall í virði. Ikki var tað nøkur serstøk hending, sum gjørdi munin, men vinnulívið fór at hyggja meira at vøkstri í framleiðslu (GDP) og arbeiðsloysistølum, og her hevði USA fyrimunin.
"Í maj í ár var kursurin á Euro í mun til Dollars so niðri á sama støði, útgangsstøðinum á kurvumyndini: 1,27. Men fallið helt fram. Kanska mest, tí nú komu politisk problem at gera seg galdandi í Europeiska samtakinum, ES. Atkvøðurnar í Frankaríki og Hollandi, sum søgdu nei til nýggja felags grundlóg, fingu langtvarandi ávirkan á gongdina.
"Hóast Dollarin í styttri skeið­um hevur mist nakað av síni kraft - millum annað tá melduródnin Katrina fór um New Orleans  helt aft­ur­gongdin hjá Euro fram. Seinastu dagarnar nærkast virðið einum nýggjum lág­punktið, 1,17 Dollar fyri eina Euro.
Lægsta virði á Euro í meir enn 1½ ár
Enn er tað greitt soleiðis, at bæði framleiðsltøl og ar­beiðsloysistøl í USA síggja nógv betur út enn í Europa. Arbeiðsloysi minkaði í ok­tober úr 5,1 niður í 5,0%. Samstundis vístu hagtølini, at lønirnar fóru upp við hálv­um procenti, sum er heilt nógv sum eitt meðaltal. Hetta kann tó eisini vera boð um nakað negativt, nevniliga at høgu oljuprísirnir ikki bert síggjast í útreiðslunum til at koyra bil. Men eis­ini smitta av og gera fram­leiðslu­faktorarnar og lønar­út­reiðslurnar dýrari.
Í Euro-økinum er ar­beiðs­loysi eisini fallið úr 8,5 til 8,4 í september. Men hetta hevur ikki sett nøkur positiv spor í Euro-kursinum. Týsk­land, sum er størsta land í Euro-zonuni, hevur eisini havt eitt sindur frægari ar­beiðs­loysistøl, men nú eru tað gomlu DDR-londini sum eru um at koma fyri seg.. Framleiðslan er eisini vaksandi, men ikki so nógv sum í USA.
Socialur ófriður í Frankaríki
Men á negativu síðuni kem­ur nú sociali ófriðurin í Frankaríki, har á 12. nátt upp í slag eru bilar brendir út, skotið verður eftir politinum, og fyribils ein persónur er deyður. Alt tekin um óloyst social problem. Ófriðurin hev­ur breitt seg til aðrar franskar býir, og týskar við. Hetta eru rembingar, sum bera boð um burturgloymd fólk, sum ofta brúka til døm­is brenning av bilum sum seinasta møguleika at gera vart við, at lívið kenst ótolandi hjá stórum samfelagsbólkum.
Størri rentumunur millum USA og Europa
Amerikanski Centralbankin, The Fed, hækkaði stuttu rent­una fyri 12. fer á rað við fjórðings procenti. Í USA er renta nú 4,00 %, og rentuhækkanin væntast at halda fram í 2006, kanska upp til 4,75%.
Um somu tíð er rentan í Euro-økinum enn bert 2,00%, og fundurin í euro­peiska ECB í vikuni broytti hana ikki. Tað er enn bíligt at læna pengar í ES.
Úrslitið er stórur og vaks­andi rentumunur milllum ES og USA. Til fyrimuns fyri USA, sum við hesum dregur kapital til sín. Hetta fyllir í kassan, sum annars hevur stórt hall, tí uttanlandahandilin gongur ikki so væl og gevur hall.