Hjólið snurrar í KFUM

Tíðindaskriv

Aftur í ár verður tann vælkendi Ólavsøkubasarurin á skránni hjá KFUM. Hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum byrjaði í 60unum og er í dag ein fastur táttur á Ólavsøku. Á skránni verður eydnuhjól, 21spæl, bamsutombola, fiskibrunnur og matsøla. Ein rúgva av ymiskum - bæði stórt og smátt - verður at vinna og fiskar at fiska.
Ein rúgva av sjálvbodnum fólki eru knýtt at tiltakinum, harímillum tey ungu í Ten Sing kórinum, sum fleiri kenna frá Prag-ferðini hjá teimum seinasta summar.
Fyrireikarirnir hava - í royndini at gerast enn sjónligari í býarmyndini og gera Ólavsøkuna eitt sindur meira undirhaldandi - gjørt ein serligan ólavsøkubann-ara, sum kemur at hanga uttan fyri KFUM.
Basarurin í KFUM er opin báðar Ólavsøkudag-arnar frá kl. 16 til 24, og eru øll vælkomin inn á gólvið.