Hjá HB er tað stongt

Avbjóðingin hjá argjamonnum seint seinnapartin tykist vera øgilig

Tað er toppur ímóti botni, tá ið HB seint seinnapartin verður gestur á Argjum. HB er topplið við kós móti enn einum FM heiti, og AB er á níggjunda plássi og hevur harvið kós ímóti niðurflyting.

Tølini siga, at HB hevur vunnið tíggju tær seinastu ferðirnar við samantalda málmuninum 28-2!

AB hevur í ellivu landskappingardystum vunnið átta stig við málmuninum 7-19.

Harvið tykjast sannlíkindini lítil fyri, at tað skal eydnast AB at skora mál ímóti HB, sum so at siga hevur stong fyri í verjuni og í hinum endanum skorar eina rúgvu av málum.

 

AB tapti sunnudagin 2-0 á heimavølli ímóti KÍ:

-Vit mugu ikki fella í ta veitina, sum vit duttu í síðsta sunnudag. Vit skulu ikki sparka bólt, men vit skulu spæla. Um vit megna tað og eru ansnir í verjupartinum og ikki gera persónlig mistøk, so hava vit møguleika ímóti øllum, sigur AB venjarin Sorin Angjel.

Hørður Tórsson og Absalon Eliasen eru skaddir.

 

HB var greitt omaná fyrstui løtuna ímóti EB/Streymi, men at enda var tað ikki so øgiliga sannførandi. Tað eydnaðist kortini at vinna 1-0 í Gundadali ímóti EB/Streymi.

-Spælararnir hava higartil arbeitt hart, og tað vóna vit, at teir eisini fara at gera ídag. Vit rokna ikki við, at talan verður um avgreiðsluspurning á Argjum, har tað altíð er torført at spæla, sigur HB hjálparvenjarin Rasmus Nolsøe.

Sebastian Pingel er skaddur, og Dan í Soylu leikbannaður.

 

Fyrsta bríksl á Argjum verður klokkan 17.15