Hittust í Lille

Stutt eftir at flogfarið hjá Atlantic Airways hevði sett seg á vøllinum í Lille, var allur hópurin savnaður. Saman við heimligu spælarunum hevði Rógvi Jacobsen, sum spælir í Íslandi, ferðast við leiguflogfarinum. Í Lille hittu teir so danskar og norskar útisetar, eins og Henrik Larsen eisini sjálvur stóð fyri hópinum. Seinasti spælarin, Claus Bech Jørgensen, skuldi leggjast afturat hópinum hóskvøldið, tí hann hevur ligið við búkilsku í vikuni, men verður kortini klárur.
Í Fraklandi heldur landsliðshópurin til á einum gomlum kleystri nakað uttanfyri Lille. Tann bólkurin av áskoðarum, sum kom við flogfarinum mikudagin, heldur til inni í sjálvum Lille, meðan fjølmiðlarnir búgva á einum hotelli, sum liggur í útjaðaranum av Lens, har dysturin verður spældur.
Hósdagin skuldu enn fleiri áskoðarar koma við øðrum leiguflogfari, og fer tann bólkurin at búleikast í Paris hesar dagarnar.