Løgtingið
Seinnapartin í gjár varð aftur eitt kapittul skrivað í søguni hjá Føroya Løgtingi. Klokkan 14.15 endaði seinasti tingfundurin í hesum valskeiðinum, og hendir onki óvæntað, hittist Løgtingið ikki aftur, fyrenn eftir løgtingsvalið 19. januar, og tá verður tað sostatt eitt nýtt løgting, sum kemur saman.
Hvør verður valdur í nýggja løgtingið, hvør verður afturvaldur, og hvør verður vrakaður, liggur nú alt samalt í veljarans hond.
Men í øllum førum er tað greitt, at fimm av okkara kendastu politikarum verða í hvussu so er ikki at síggja aftur á løgtingi.
Tað eru Lisbeth Petersen úr Sambandsflokkinum, Jógvan við Keldu úr Fólkaflokkinum og javnaðarmenninir Hendrik Old, Sverri Midjord og Vilhelm Johannesen, sum øll hava gjørt av, at tey stilla ikki uppaftur til løgtingsvalið.
- Tá ið eg sum eykamaður á tingi á fyrsta sinni fyri 37 árum síðani, var tað sum at vera í skúla tann fyrsta skúladagin. Nú eg fari, er tað sum tann seinasti skúladagurin, segði Vilhelm Johannesen, sum var tann einasti av teimum fimm, sum tók orðið í gjár.
Hann nýtti høvi til at takka øllum fyri gott samstarv og ynskti løgtinginum og føroyingum annars alt gott og Harrans signing í framtíðini og eini eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.
Eisini Edmund Joensen, løgtingsformaður, takkaði tinglimum fyri valskeiðið.
- Samanumtikið mugu vit siga, at tingarbeiðið hevur gingið sera væl.
Hann takkaði eisini hinum limunum í formansskapinum hjá Løgtinginum, Hergeiri Nielsen og Óla Breckmann, fyri gott samstarv í valskeiðnum.
- Eg haldi, at tað hevur verið sera gott.
Vegna seg sjálvan og vegna alt Løgtingið takkaði hann eisini teimum fimm, sum í hvussu so er ikki stilla uppaftur, hjartaliga fyri ta tíð, tey hava sitið á tingi og ynskti teimum alt gott framyvir.
Edmund Joensen ynskti annars øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár og eitt gott og siðiligt valstríð.
Síðsta gerðin hjá hesum Løgtinginum var at samtykkja eina bráðfeingis játtanarlóg fyri næsta ár, so at tað ber til at halda samfelagnum gangandi og at betala lønir og pensjónir o.s.fr.
Løgtingið endaði síðani hetta valskeiðið við at reisast og syngja Gleðilig Jól, áðrenn hvør fór til sítt at hvessa sær pennarnar til tað stutta, men allarhelst lívliga valstríðið, sum helst ikki verður skotið ígongd av álvara fyrrenn eftir nýggjar, tí hóast stutt er til val, plaga valevnini at lata jólafriðin valda uttan at leggja eftir hvørjum øðrum, ella annars føra valstríð.