Hittust aftur eftir 30 ár

Leygarkvøldið hittust starvsfólk aftur á Sjómansheiminum, sum arbeiddu har fyrst í 70´unum

Leygarkvøldið savnaðust starvsfólk á Sjómansheiminum. Talan var tó ikki um starvsfólk, sum starvast har í dag, men tey, sum høvdu sína dagligu gongd har fyri 30 árum síðani.
? Vit vóru 12 gentur úr Sandavági, sum arbeiddu á Sjómansheiminum fyrst í 70´unum. Vit hava leingið tosað um at savnast aftur, men tað er ikki fyrr enn nú, at vit hava tikið okkum saman, sigur Kristianna Haraldsen, sum sjálv er úr Sandavági og arbeiddi á Sjómansheiminum í Havn frá 1970 ? 71. Kristianna er eisini ein av stigtakarunum til hugnakvøldið leygardagin.
Eini 30 fólk vóru komin saman, og var Elis Poulsen, sum er kendur frá Útvarpinum, einasti hanin ímillum allar hønurnar. Elis arbeiddi sum kokkur í 70´unum.
? Frúan var eisini har. Tað er Herborg Olsen, sum var fyristøðukvinna tá. Vit handaðu henni eina gávu, sum tøkk fyri eina góða tíð.
Kristianna sigur, at bestýrarindan, ella fyristøðukvinnan, var strong, men góð við tey, sum arbeiddu. Sjálv arbeiddi Kristianna sum gongsgenta og í køkinum, men tað mesta av tíðini arbeiddi hon á matstovuni.
? Tað var ógvuliga hugnaligt at koma saman aftur. Fleiri av teimum, sum komu, havi eg ikki sæð í 30 ár. Onkrar kendi eg aftur, meðan onkrar aðrar kendi eg ikki beinanvegin, sigur Kristianna Haraldsen at enda.