Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen fara saman við bólki at broyta Tórsgøtu til eina fólkaveitslu, tá teir fara á pall á Ó12, sum er heitið á stóru ólavsøkukonsertini fríggjakvøldið 27. juli.
Fáir bólkar munnu hava so nógv løg, ið kunnu roknast sum fólkaogn, sum teir báðir Eyðun og Terji hava, tá teir fara á pall saman. Hvør í sínum lag og saman kunnu teir metast at vera millum teir fremstu sangskrivararnir í landinum, og hava teir báðir síðan í 80'unum átt sítt fasta pláss á føroysku tónleikatindunum.
Tí eru fyrireikararnir av Ó12 sera ernir av at boða frá, at Eyðun og Terji spæla við bólki á ársins ólavsøkukonsert.
- Tað einasta, vit kunnu garantera, er, at áskoðarin eftir framførsluna stendur eftir við eini kenslu av, at onkur sangur manglaði á skránni, í teirra røð av hittum er so long, at teir ómøguliga koma ígjøgnum tey øll, ljóðar tað frá fyriskiparunum.