Ongin veitsla uttan stuttligu og freku sangirnar hjá Páll Finnur Páll. Páll Finnur Páll hava mangan prógvað, at teir fáa áhoyrarafjøldir at kóka, tá teir tríva í vældámdu slagararnar. Bólkurin hevur útvið 20 ár á baki og løgini hava fingið fastatøkur í føroyska tónleikahválvinum. Tit kunnu gleða tykkum, tí tað er altíð stuttligt og lív í, tá Páll Finnur Páll eru á pallinum.
Frammanundan er longu greitt, at tað verður ein røð av framúr tónleiki at hoyra á Okkara Voxbotn.
Fríggjadag m.a. Sam Feldt, John Martin & Michel Zitron, Aura Dione, Sanne Salomonsen, Swangah, Signar & John, Amina, Mold, Branco, Outlandish og The Antonelli Orchestra.
Leygardag eru higartil kunngjørd m.a. Robin Schulz, Christopher, Burhan G, Hanne Boel, The Antonelli Orchestra, Kim Hansen og Páll Finnur Páll.
Hetta verður VILT‼️ Og tað ræður um at gera skjótt av, um tú skal uppliva mongu tónleikaligu plettskotini á Okkara Voxbotn 20/21.