Summarfestivalurin í Klaksvík hevur í ár 15 ár á baki, og vit spyrja í hesum sambandi 15 fólk um teirra bestu SF upplivisi. Her er tað Lív Næs, songkvinna, sum greiðir frá:
"Nakrar hendingar frá Summarfestivalinum 2009 og 2011 standa sterkt eftir í mínum minni. Á sumri 2011 var Rasmus Sebaach just komin niður av stóra pallinum, eftir sína konsert. Fjølmiðlafólk og onnur stóðu spent at taka ímóti honum aftanfyri - og eg stóð klár at fara á lítla Føroya tele pallin beint aftaná hansara konsert saman við kór gentunum og tónleikarunum í eini garagu nakað langt við síðuna av hansara.
Men tá kemur suðuroyar humorin í Trónd Enni, og rópar hann Rasmus burtur frá øllum resinum, og letur hann vita, at nakrar damur “sum eru hansara størstu fjepparar” vilja heilsa uppá hann. Rasmus var so galantur, og fekk hini at bíða, og kemur inn at heilsa uppá okkum. Vit stóðu sum kánus, tá Tróndur við einum speiskum smíli kom gangandi inn við Rasmusi. Vælvitandi um øll sum bíðaðu eftir honum, fekk Rasmus Seebach sær ein stól at sita á, og eina kalda øl, og vit høvdu eina framførslu fyri honum í eini garagu. Tað var nokk so komiskt. Men ordiliga stuttligt.
Eisini kann eg nevna, at Tróndur og eg hittust á Summarfesivalinum 2009. So Summarfestivalurin kemur altíð at hava eitt serligt pláss í mínum hjarta."