Hitti starvsfólk í Fiskimálaráðnum

Nýggi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, var í Fiskimálaráðnum í dag og heilsaði uppá starvsfólkið.

Í stuttari røðu nevndi landsstýrismaðurin, at hann áður hevur havt sín starvsstað í Fiskimálaráðnum, og at tað frøddi hann at møta starvsfólkunum aftur.

- Eg hevði tó ynskt, at umstøðurnar høvdu verið øðrvísi, legði hann aftrat, samstundis sum hann sipaði til málið um floksfelagan, Jákup Mikkelsen.

Jacob Vestergaard helt fyri, at soleiðis er politiska talvið nú einaferð.

- Men hetta kunnu vit ikki altíð gera so nógv við, legði hann aftrat.

Umboð fyri starvsfólkið í Fiskimálaráðnum bar eisini fram eina stutta heilsan við ynskjum um gott samstarv og góð úrslit við arbeiðnum sum landsstýrismaður.