Hitti stóru stjørnuna

Viðhvørt rennur dreymurin út hjá fótbóltshugaðum unglingum

Stjørnuvitjan

Tá føroyska landsliðið herfyri var í Íslandi at spæla landsdyst, vóru sjálvsagt nógvir føroyingar staddir í íslendska høvuðsstaðnum.
Onkur teirra var somikið heppin, at búgva á sama hotellið, sum íslendska landsliðið, og her er eingin ivi um, hvør stóra stjørnan er. Eiður Smári Guðjohnsen, sum dagliga vinnur til lívsins breyð og nakað afturat, er stjørnan fram um allar í Íslandi, og hjá flestu føroysku smádreingjum er tað helst bert ein dreymur at hitta slíka stjørnu á máli.
Hjá Halli Kárason Nielsen gjørdist dreymurin tó veruleiki. Sama dagin, sum landsdysturin skuldi spælast, hitti hann Eiður við morgunmatarborðið, og hesin hevði einki ímóti at geva sær stundir til eitt lítið prát saman við føroyska dreinginum. Myndatøka og autograf-skriving var sjálvandi eisini á skránni, so nú hevur Hallur í øllum førum okkurt, sum fægstu vinmenn hansara munnu hava.