Hitti konuna í Sjónleikarhúsinum

Komandi dagarnar spælir danski vísubólkurin Sømanden og Stjernerne í Havn, Vági og í Klaksvík, fyri ein triðing av bólkinum Arne Würgler er hetta ein serlig uppliving, tí fyrstu ferð hann spældi í Føroyum, hitti hann konu sína.


Tá Sømanden & Stjernerne fer á pallin í Norðurlandahúsinum í morgin seinnapart, er hetta fyrstu ferð í 15 ár, at Arne Würgler setur føtur á føroyskan pall, hóast væl umtókti danski vísusangarin nærum á hvørjum ári vitjar í Føroyum, har verfamiljan, abbabarnið og dótturin búgva.
 
Politiskt virkin
Arne Würgler hevur verið virkin á danska tónleikapallinum í nærum 40 ár, og hevur øll árini verið politiskt virkin. Í sjeytiárunum, varð hann skírdur mótmælissangari og luttók vanliga, tá vinstri vongurin í donskum politikki skipaði fyri mótmælum. Arne skrivaði um hetta mundið sangin Røde Wilfred, ið er vorðin eitt slag av slagsangi hjá ungum vinstrahallum og verkamannafeløgum. Vanliga hevur Arne spælt saman við Benny Holst, ið saman við Arna og harmonikaleikaranum <ST1:PERSONNAME einstaklingur.<BR sum útgávu eina til orku sína alla brúka at fyri fyribils, førum øllum ið bólkinum, burturúr farin Holst Benny er nú Men stuttum. inntil Stjernerne og Sømanden bólkin myndaði eisini st1:PersonName$?$end$!$ Pedersen< Pedersen&quot;$?$end$!$Niels ProductID='&quot;Niels' w:st='&quot;on&quot;'> 
Fann sær føroyska konu
Tað var eisini saman við Benny Holst, at Arne Würgler vitjaði í Føroyum á fyrsta sinni. Í sambandi við eina stóra friðargongu móti Nato støðini í Mjørkadali í 1976, vóru teir báðir bodnir upp at spæla. Aftan á gonguna, spældu teir í Sjónleikarhúsinum, og tað var á hesi konsert, at Arne hitti Ásu Didriksen úr Vestmanna. Tey vórðu beinanvegin góð, og eitt ár eftir flutti Ása til Danmarkar, har hon gjørdist kona Arna.
 
Aftur á føroyskan pall
Arne greiður frá, at hann gleðir seg nógv til, at sleppa á føroyskan pall aftur, tí nú eru fráliðin 15 ár, síðan hann seinast spældi her. Tað var í sambandi við ein Jazz, Fólka og Blues Festival í Norðurlandahúsinum. Føroyar eiga eitt heilt serligt pláss í hjartanum hjá Arna, og verfamiljan er øll her, umframt dótturin, so hetta verður heilt serligt fyri hann.
 
Nýggj orka
Í staðin fyri Benny Holst er Anne Eltard komin upp í Sømanden og Stjernerne, Anne syngur, leikar fiól og gittar. Hon er væl yngri enn hinir limirnir í bólkinum, og hett hevur givið bólkinum nýggja orku, greiðir Arne frá.
 
Vísubólkur
Sømanden og Stjernerne er ikki ein mótmælisbólkur, ið bara syngur mótmælissangir, leggur Arne dent á. Øll trý í bólkinum, hava tey sera nógva virðing fyri vísusang mentanini, og hetta hoyrist aftur á konsertunum. Okkum dámar at spæla still og sein løg, so tað gera vit nógv av.
Stutt sagt dámar limunum í Sømanden og Stjernerne væl at siga frá søgum, og tað er tað, ið konsertirnar fara at snúgva seg um.
Á spæliskránni eru nógv løg, ið Arne hevur lært frá ommu síni og øðrum eldri fólki. Eisini vera heimagjørd løg á skránni, t.d. lagið Lykken, ið er um ein mann í Vágunum, ið brúkti nógv ár til at byggja sær eini heilt serligt hús. Arne sá hesi hús, ið vórðu rópt Lykkuborg á fyrstu ferð síni í Føroyum, og hoyrdi søguna um henda serliga mannin. Arne tók eina mynd av húsnum, og setti hana á plátuhúsan. Tá húsini stutt eftir brendu niður, er hetta ein tann einasta myndin, ið er til av lykkuborg.
 Sømanden og Stjernerne tolkar eisini ymiskt hjá Evert Taube, Cornelius Vreeswig og Tom Waits.
 
Afenginn eisini við
Á fyrstu konsertini, ið verður í Norðurlandahúsinum verður talan um eina sokallaða seinnaparts kafekonsert saman við danska bólkinum Afenginn.
 
Sømanden og Stjernerne eru:
Anne Eltard sang, fiól og gittar.
Arne Würgler sang, gittar og bass
<ST1:PERSONNAME og st1:PersonName$?$end$!$ Pedersen< Pedersen&quot;$?$end$!$Niels ProductID='&quot;Niels' w:st='&quot;on&quot;' harmoniku<BR sang >
Konsertirnar verða
í Norðurlandahúsinum hósdagin 1. juni, kl. 17.00
í Stóra Pakkhúsið í Vági fríggjadagin 2. juni, kl. 21.30
í Leikalund í Klaksvík leygardagin 3. juni, kl. 21.00