Hitti Barak Levi á Hawaii

Jógvan Eliasen er í løtuni á Hawaii, í sambandi við ferðina hjá Brandi Enni. Á ferð síni á Hawaii, hitti Jógvan Eliasen Barak Levi, mannin, ið skrivaði heimskenda sangin Rivers of Babylon. Hann skrivar soleiðis í brævið til redaktiónin:

Hann er 71 ára gamal í dag, og tó sum ein unglingi at vera saman við. Hann hevur verið giftur fleiri ferðir, og er faðir at ikki færri enn 22 børnum. Á ferð míni á Hawaii havi eg hitt mannin Barak Levi, ið hevur eina sera áhugaverda søgu at greiða frá.

Barak er føddur í Hebron í Ísrael, men er uppvaksin á Panama.frá tí at hann var átta ára gamal. Tónleikur, og íverksetan og hjálpararbeiði ímillum ungdóm, hevur verið alt hansara lív, og eyðkendu reaggey rytmurnar eru kjølfestar í beinagrind hansara. Persónsleikin, kropsburður og gongulag hansara ber brá av hesum, tá hesin, altíð smílandi, positivi og jarðbundi, maðurin greiðir frá síni søgu.

Einaferð fyrst í sekstiárunum, komu orðini úr sálma 137 úr Torah´ini til hansara í einum dreymi, og gjørdust íblásturin til eitt lag við hesum sama teksi. Í síni fjakkarartilveru, har hann ferðaðist, sang og spældi fyri fólki, var hesin sangur hansara fastur táttur. Og hetta lagið skuldi seinni vísa seg at gerast víðakent við heitinum: Rivers of Babylon.

Ein dag í 1965 sat hann og sang og spældi í Central Park í New York, tá ein ókendur maður kom framvið og bjóðaði honum 50 dollarar fyri júst hendan sangin, og svangur sum hann var, gjørdi hann av at selja, so hann aftur fekk mat í munnin ta næstu vikuna.

Lítið visti Barak tá, at hesin sangur skuldi gerast eitt heimshitt og spæla inn nógvar milliónir krónur. Men, lítillátin sum hann er, er hann kortini ikki argur inn á, at hann persónliga ikki skuldi gerast peningaliga ríkur av sanginum. “Eg seldi rættindini til sangin undir serligum umstøðum, men í hjarta mínum eri eg ríkur av at vita, at tað er mín sangur”.

Barak Levi býr í dag í eini almennari eldraíbúð á Kona oynni á Hawaii. Hann fæst framvegis við at gera og framføra sín eyðkenda tónleik við hebraiskum íblástri, ið hann hevur ført víðari til Karibisku oyggjarnar, New York, Chicago, Kaliforniu og Hawaii, - har hann hevur búð og arbeitt.

Seinastu árini hava fólk úr Estlandi víst tónleiki hansara áhuga, og Barak hevur verið á konsertferð í Estlandi í fjør, og skal aftur higar at spæla í august mánaða í ár.


Jógvan Eliasen av Hawaii

jegvan@brandur.com