Tað eru tvey lið, sum ikki hava havt undanvind seinastu vikurnar, ið seinnapartin hittast í Sarpugerði í Gøtu.
Meistararnir í Víkingi hava fýra tær seinastu ferðirnar verið partur av javnleikum. Síðsta sunnudag var tað vónbrot, at grannauppgerðin í Fuglafirði endaði 1-1.
Suðringar hava tapt tríggjar tær seinastu ferðirnar. Síðsta sunnudag vóru marginalirnir ímóti, tá ið KÍ fór úr Trongisvági við 2-1 sigri.
-Vit gleða okkum at hitta nýggja liðið, sum vit hava hoyrt so nógv um. Vit eiga heimavøll, og tað er alneyðugt hjá okkum at vinna fulla úrtøku, sigur Víkinga miðverjin Atli Gregersen.
Jákup Vatnhamar Olsen er skaddur, og tað er ivasamt, um Sorin Anghel er førur fyri at spæla.
Síðsta sunnudag vóru Suðringar vónbrotnir eftir tapið ímóti KÍ á heimavølli. Tá ið tað eftir steðgin var neyðugt at spenna álopsbogan, var Poul Ingason fluttur úr verjuni og fram í álopið. Tað riggaði væl, og nú skal venjarin taka støðu til, um Poul Ingason skal flytast fram í fremstu røð. Tað er neyðugt við nýggjum kreftum, tí toppskjúttin Jón Krosslá Poulsen, sum í fjør spældi við Víkingi, er leikbannaður.
-Tað liggur ikki til okkara at verja málleysan javnleik. Vit fara eftir sigrinum. Í spælinum eru vit á hædd við hini, men tað eru persónligu mistøkini, sum vit verða revsaðir fyri, sigur Poul Ingason.
Umframt at Jón Krosslá Poulsen er leikbannaður, so er miðvallarin Salmundur Bech framvegis skaddur.










