Seinnapartin verður oyggjauppgerð í Gøtu. B68 verður gestur hjá Víkingi. Felags fyri bæði feløgini er, at tey seinastu tvær ferðirnar hava vunnið fulla úrtøku. Víkingur vann 6-1 á heimavølli ímóti 07 Vestur og so síðsta mikukvøld 3-1 á Skála. B68 vann 7-2 á heimavølli ímóti Skála og so 6-2 á útivølli ímóti 07 Vestur.
Víkingur er næstfremst við 43 stigum, og B68 er á sjeynda plássi við 17 stigum. Hjá Víkingi er setningurin at halda tørn um næstfremsta plássið og vónað, at KÍ fer at kiksa, so vánirnar at vinna FM fara at økjast. Hjá B68 er setningurin at vinna seg burtur frá hóttanini av niðurflyting.
Tvær ferðir fyrr í ár hevur Víkingur vunnið stórsigrar á Svangaskarði – 4-0 og 6-0.
Tað sær út til, at sjálvsálitið í B68 leguni er størri nú, og síðani Jákup á Borg tók við sum venjari, er kappingin um plássini vorðin størri. Liðformaðurin Aleksandur Ó. Jensen er tøkur aftur eftir leikbann, og Áki Johannesen, Andri Benjaminsen, og Lukasz Cieslewicz eru skaddir.
Hjá Víkingi eru Bárður J. Hansen, Signar á Brúnni og Olaf Bárðarson so mikið skaðadarvaðir, at teir í vikuni ikki hava vant við fullari ferð.