Hitta føroyingar í Íslandi

Vestmanna kirkjukór er í hesum døgum á vitjan í Íslandi.

Kórið sang til náttarkvirru í Dómkirkjuni hóskvøldið og syngur eisini undir guðstænastuni í Hallgrímskirkjuni í Reykjavík sunnudagin 12. juli kl. 12.00, sum verður send beinleiðis í íslendska ríkisíútvarpinum, til ber at lurta á: www.ruv.is.


Í sambandi við at Føroyingafelagið og Vestmanna kirkjukór fegin vilja hitta føroyingar í Íslandi, skipa Føroyingafelagið og Dansiringurin fyri hugnakvøldi í Gúttó í Hafnarfirði mánakvøldið 13. juli kl.20.00, har øll eru hjartaliga vælkomin.