Hann boðar frá eitt sindur av vindi í dag, stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi og møguliga regn.
– Men tað verður lýtt veður, hitini verður millum 13 og 16 stig, sigur Petur Skeel Jacobsen, veðurmaður í Miðlahúsinum.
Um veðrið í morgin sigur hann, at tað verður gul til stívt andøvsgul av landsynningi, um kvøldið minni vindur. Regn av og á og hitin millum 13 og 16 stig.
Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra veðurtíðindini hjá Petur Skeel Jacobsen.









