Tað er ikki frítt, at veðurlíkindini kunnu fáa sítt stóra orð at siga, tá landsliðið leygardagin skal royna seg móti franska risanum.
Tá flogfarið hjá Atlantic Airways setti seg á flogvøllin við Lille, lág hitin oman fyri tey 30 stigini, og sum skilst, so hevur hetta verið støðan í eina tíð.
Komandi dagarnar siga veðurmenninir tó, at tað verður skýggjað, so hóast veðrið framvegis er gott, so kann hópurin troysta seg við, at talan helst ikki verður um venjingar í bakandi sól.
Hinvegin siga somu veðurmenn eisini, at tað verður klárt leygardagin, og tá kann hitin gerast øgiligur. Eisini hóast dysturin ikki verður spældur fyrr enn kl. 21 á kvøldi. Heilt so ringt, sum tað var í Sveis fyri einum ári síðani, verður tað tó neyvann, men fyri føroysku spælararnar hevur tað uttan iva nógv at siga, hvussu veðrið fer at skikka sær. Tað kann í øllum førum verða tungt at elta Zidane, Henry og aðrar í 90 minuttir, um talan samstundis er um tunga og heita luft.
Fyrstu venjingarnar hjá landsliðshópinum vóru á skránni hósmorgunin, og verður uttan iva meira at frætta frá hesum í blaðnum í morgin.