Hitin kemur úr berginum

BERGHITI Húsini á Liljuteigi 8 eru sum mong onnur hús í nýggja býlinginum her í Sandavági. Nýggj, snøgg og við einum øki, har ein enn ikki hevur gjørt alt rundanum. Men so heldur eisini øll samanbering uppat: Hetta er eitt av teim fyrstu sethúsunum her á landi sum fær hita úr jørðini. - Vit bæði eru ikki grønir forsprákarar, sum onkur kanska kann halda. Vit eru góð við umhvørvið, og kann ein samantvinna hetta við at spara pening til orku, so er nógv vunnið, sigur Jarnhold Nattestad.

Sandavágur: - Okkara hús eru eini vanlig hús, í allar mátar. Men vit hava kortini lagt dent á, at tey skuldu gerast eftir øllum forskriftum og vera væl bjálvað, siga ungu hjúnini sum fluttu inn í nýggi sethús síni í apríl mánaði í fjør.

Tey bæði, Edith og Jarnhold Nattestad høvdu tó eitt ynski og ein dreym sum nú skuldi gerast veruleiki: Í fyrsta lagi at seta føtur undir egið borð. Men í øðrum lagi skuldu tey hitast upp við onkrum øðrum enn olju.

Tey kannaðu ymiskar møguleikar fyri orku, og komu so líðandi fram til, at berghiti var eitt gott alternativ.

- Eg havi ongatíð verið bangin fyri at royna okkurt nýtt og øðrvísi. So hetta var bara ein spennandi avbjóðing fyri meg, at kunn hita okkara hús upp við berghita, slær Jarnhold fast.

Tey fluttu inn í 150 fermetrar stóru sethúsini í apríl mánaði í fjør. Tey standa í nýggja býlinginum í Sandavági, nevndur “Í Sørpum”.

- Her er fínt at búgva, staðfesta tey bæði Edith og Jarnhold, sum eiga børnini Kristina, Jónatan og Rebekka.


Dýr olja

Áhugin hjá teimum báðum fyri hita og bjálving byrjaði fyri fýra árum síðani, meðan tey búðu í Noregi.

Tey arbeiddu her á eini av miðstøðunum hjá missiónsfelagsskapinum “Youth with á mission”, her tey millum annað arbeiddu saman við kenda norska lovsangsleiðaranum, Jan Honningdal.

Tá tey fýra árini á norskari jørð nærkaðust endanum, byrjaðu hjúnini so smátt at tosa um heimkomuna - hvar tey skuldu búseta seg; hvussu húsini skuldu síggja út; hvat arbeiði tey kundu fáa; og ikki minst, hvussu skuldu komandi heim teirra hitast upp.

Hóast Edith er úr Havn og Jarnhold úr Miðvági avgjørdu tey at byggja norðarlaga í Sandavági. Umsókn varð send um grundøki og varð hon seinni játtað.

- Um hetta mundið var oljuprísurin í hæddini, og tað skundaði sjálvandi undir ætlanir okkara at velja okkum aðra orkukeldu, enn júst oljuna, greiðir Jarnhold frá.

Ein møguleiki, sum tey kendu úr Noregi vóru hitapumpur. Tey kannaðu møguleikan fyri hesi loysnini í Føroyum fyri fimm árum síðani, gjørdust tey bæði ikki sørt ovfarin.

- Vit spurdu okkum fyri hjá eini vælkendari hitafyritøku um møguleikan fyri at brúka eina hitapumpu í okkara nýggja heimi. Men so løgið tað enn kann ljóða, so vistu teir einki um hetta tá, greiðir Jarnhold frá.

Í dag er støðan sjálvandi øðrvísi, tí nú eru luft-til-luft hitapumpur at síggja í nógvum heimum kring landið.


Tey fyrstu

Sum tann ídni og virkni - og annars ólærdi - maðurin sum Jarnhold er, gavst hann ikki á hondum, hóast hann ikki fekk svar uppá allar spurningar sínar.

At hann eftir heimkomuna fekk arbeiði hjá Leif Mohr í Havn, og nú sum søluleiðari í Sandavágs Timburhandli hevur bert økt um forvitni og áhuga hansara fyri hita, bjálving og orku.

Tá grundøkið varð fingið til vega, mátti avgerðin um hitaskipanina eisini takast. Hvørji aðrir møguleikar enn hitapumpa, oljufýring og líknandi, vóru til staðar.

Hjúnini í Sandavági vóru heppin, og komu við í eina roynd hjá Jarðfeingi, ið vildi kanna um til bar at hita hús upp í Føroyum við berghita.

- Hetta ljóðaði sera áhugavert. At so okkara hús gjørdust millum tey fyrstu sum fingu berghita, gjørdi bara tað heila uppaftur meiri spennandi, sigur Jarnhold brosandi.


700 krónur

Hetta við berghita var kortini ikki ókent fyri tey bæði. Tá tey vóru í Noregi, búðu tey eitt skifti í eini íbúð ið var hitað upp við berghita.

- Hetta tyktist vera ein góð og hóskandi loysn fyri okkum. Tá vit síðani fingu møguleikan at vera við í hesi ætlanini hjá Jarðfeingi, tóku vit sjálvandi av.

Í sambandi við útstykkingina av sethúsum teirra varð borað eitt 200 metrar djúpt hol, higar tvær slangur eru lagdar fyri at fáa hitan úr jørðini og inn í sethúsini.

Henda skipanin er rættiliga einføld, og snýr seg í stuttum, um at ein koyrir kulda niður í jørðina og tekur hitan innaftur, og brúkar hann víðari til upphiting av væl bjálvaðu og væl útluftaðu sethúsum teirra.

Og royndir teirra hava eisini verið góðar og hava svarað til vónirnar. Tey brúka 8000 krónur um árið til upphiting og brúksvatn, og góðar 7000 til el.

- Ja, elnýtslan hevur verið á góðum støði, og útreiðslurnar til vatn og hita liggja um 700 krónur um mánaðin. So tað er ikki so galið, sláa tey bæði, Edith og Jarnhold fast.



Áhugi

At eini ung hjún velja eina nýggja og umhvørvisvinarliga hitaloysn, skapar sjálvandi almennan áhuga.

Tey vóru nakað herfyri umrødd í sjónvarpinum, og eftir tað sóust fleiri fremmandir bilar koyra í Sørpum fyri at hyggja eftir húsum teirra.

Men har var sjálvandi ikki nógv at síggja, tí bæði borihol, jørðslangur og alt annað er annaðhvørt undir jørð, og øll tann tekniska útgerðin innanveggja.

Fólk vóru kortini forvitin eftir at frætta um alt hetta við berghitanum. Hetta merkti Edith eisini ein dagin, hon var farin til handils.

- Eg møtti tá eini kvinnu, sum kom yvir til mín og spurdi meg, hvussu berghitin riggaði. Eg svaraði bara, at tað riggaði sera væl, og so prátaðu vit um tað, greiðir Edith frá.

Onkur hevur eisini verið á gátt fyri at fáa nærri kunnleika um nýggju skipanina. Tí er ikki óhugsandi, at mong onnur fara at gera sum Edith og Jarnhold Nattestad. 





10 ár

Í dag er støðan hon, at berghitaskipanir taka millum 67 og 75% av hitaorkuni úr umhvørvinum. Restin av orkuni kemur frá elveiting.

Hetta merkir millum annað, at eini vanlig sethús sum brúka jarðarhita heldur enn oljufýr, lata millum 3 og 10 tons minni av CO2 út um árið, alt eftir, um elframleiðslan er við olju ella við vatni/vindi.

Hetta merkir haraftrat, at meiríløgan í eina berghitaskipan, við verandi oljuprísum og elprísum, kann sparast inn aftur eftir umleið 10 árum.

(Kelda: jarðfeingi.fo) 




130.000 kr.

Í september mánaði setti tingmaðurin, Kári P. Højgaard nakrar fyrispurningar til vinnumálaráðharran, Johan Dahl viðvíkjandi jarðhitaskipan.

4. oktober gav Johan Dahl honum hetta svar uppá fyrsta spurningin:

- Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvørjir partar av vinnuni eru hoyrd, viðvíkjandi jarðhitaskipanum í Føroyum?

Johan Dahl svarar: - Í løtuni verður arbeitt við at gera eina lóg um berghita. Lógin verður skjótt klár at fara til hoyringar og tá verður vinnan eisini hoyrd. Endamálið við lógini um berghita er at fáa skipað viðurskifti soleiðis, at atlit verða tikin til umhvørvið, brúkaran, býarplanlegging og marknaðin.

Sum nú er, eru ongar reglur á hesum økinum og tá vit fyrr í ár kannaðu hesi viðurskifti, eru vit komin til ta niðurstøðu, at tað stendur einum og hvørjum frítt at bora 150-200 metrar niður í jørðina á egnum grundstykki. Jarðhitaskipanir eru nú einaferð soleiðis háttaðar, at um tær verða dimensioneraðar rætt og at fakkunnleikin er til staðar hjá teimum, sum gera arbeiðið t.e. brunnborarar og installatørar, kunnu jarðhitaskipanir veruliga gera mun fyri umhvørvið (Co2) og samstundis vera ein hitaskipan, sum er bíligari at reka enn t.d. upphiting við oljufýri. Men verður, at er ein jarðhitaskipan ikki dimensionerað og installerað rætt, verður hon ineffektiv og hevur ikki tey jaligu árin á umhvørvið. Tí mettu vit, at tað var neyðugt at lóggeva á hesum øki. Harafturat er ein jarðhitaskipan mett at kosta um kr. 130.000 og hetta er ein stór íløga hjá einum húski.

(Kelda: logting.fo)