- Í prinisippinum er húðin júst sum ein radiatorur, og hesir virka jú bara, um nokk av vatni er í skipanini. Og tí ræður um at drekka heilt nógv. Vanliga verður tosað um einar seks litrar um dagin, tá tú brádliga kemur í nógvan hita. Og tað er sum so rættiliga lætt at kanna eftir, um tú hevur drukkið nóg mikið. Tú skalt bara viga tað sama um kvøldið, sum tú gjørdi, tá tú kom upp um morgunin.
Soleiðis sigur Sølvi Winther Olsen, ítróttarlækni, sum er við í føroyska ferðalagnum á Rhodos. Og hann leggur afturat, at talan er um heilt ekstremar umstøður, sum kappast verður undir.
- Tað er hart hjá okkum, sum bara skulu ganga og hyggja. Og so kanst tú ætla, hvussu tað er hjá íðkarunum sjálvum. Elituítróttur er kanska mest fascinerandi økið innan ítróttarliga læknavísindi, tí tað er púrasta ófatuligt, hvussu nógv kroppurin skal tola. Og tú fært illa kannað, hvussu hetta ávirkar, tí tað vildi snøgt sagt verið óetiskt, um ein lækni ger somikið ógvusliga royndir við sjúklingum hjá sær. Eitt nú hava ein marathon-rennari ella ein súkklari ongan møguleika at drekka nóg nógv teir tímarnar, sum kappingin er. Og tí er tað ein partur av kynstrinum hjá hesum, at tey duga at fara langt forbí tað markið, sum kroppurin annars setir, sigur Sølvi.










