Hiti í Havn

tíðindaskriv

Mikumorgun 4. mei klokkan 08.00 letur handilin Hiti upp í Stoffalág í Tórshavn. Tríggir garvaðir VHS-menn eiga og reka handilin




Vanligi privatkundin fer nú at kenna fløvan av einum nýggjum handli. Aðalendamálið hjá hesum handlinum er tænasta í sambandi við rør, hita og sanitet til sethús. Hugnaligi handilin, ið eitur Hiti, heldur til í Stoffalág, har ið PE-kolonial var seinastu árini. Sjálv handilshølini eru okkurt um 100 fermetrar til støddar, og goymsluflatin er á leið eins stórur.
Menninir, sum hava stovnað og fara at reka handilin, eru Áki Mortensen, sum er stjóri, og Jákup Hanusson og Suni Danielsen. Allir tríggir hava dyggar royndir í yrkinum. Áki og Jákup hava lært til og starvast sum VHS-krambúðarkallar í mong ár, og Suni er maskinsmiður við serligum kunnleika til rørarbeiði.
Stovnararnir eru á einum máli um, at tørvurin á nøktandi tænastu til privatkundan er stórur. Saman hava teir tí í serligan mun sett sær fyri at veita vanligum fólki tænastu, ið er grundað á holla vitan. Hiti fer at bjóða seg at veita tilfar til hita og sanitet í sethúsum og gera smærri umvæl-ing-ar. Eisini fer Hiti at bjóða sethúsaeigarum at leggja hitan og gera annað arbeiði, sum er knýtt at hesum.
Vøruúrvalið í Hita er merkt av, at tað er privat-kundin, ið er raðfestur fremst. Á goymslu eru øll vanlig koparrør, tilhoyr til rør og nógv ymiskt innbúgv til baðirúm; millum annað nøkur góð gosbað, ið verða seld fyri serliga lágan prís í sambandi við upplatingina. Harumframt hevur Hiti stórt úrval av kranum. Í handlinum er øll vøran skipað soleiðis, at kundin lættliga finnur tað, honum tørvar.
Mikudagin eru øll vælkomin inn á gólvið í Hita. Børnini fáa ballónir og Pop Top, og tey eldru ein kaffi-munn og okkurt styrkjandi. Hendan fyrsta dagin verður opið til klokkan 18. Vanliga verður Hiti opin gerandisdagar ímillum 08.00 og 17.00 og leygardagar frá klokkan 09.00 til 12.00.