Hitastovan brátt eitt ár

Tað var stutt eftir ólavsøku í fjør, at hitastovan hjá Frelsunarherinum lat upp.

Í túninum aftanfyri Herbergið hjá Frelsunarherinum í Havn, stendur nýggja hitastovan.

Hon hevur nú skjótt virkað í eitt ár.

 

Tað var stutt eftir ólavsøku í fjør, at hitastovan stóð klár at taka í nýtslu.

 

Hitastovan er eitt tilboð afturat tí virksemi, sum er tengt at Herberginum.

 

Í hitastovan kunnu fólk koma innar miðskeiðis á degi og - sum navnið ber brá av - fáa hitan, ella bara stytta sær stundir, fáa ein kaffimunn og eitt prát.

 

Herbergið, har fólk fáa eta og eitt stað at sova fyri náttina, er sum so ikki eitt dagtilboð, og tí hevur hitastovan verið kærkomin í dagtímunum hjá mongum gesti hesa tíðina, hon hevur verið opin.